Sandoyingar til felags gudstænastu

Sunnudagin 28. februar klokkan 12.00 verður skipað fyri felags gudstænastu fyri øll kirkjuliðini í Sandoyar prestagjaldi. Hetta verður í høllini inni í Dal í sambandi við, at B71 skipar fyri fótbóltsmaraton í døgunum 27. og 28. februar.
Til gudstænastuna spælir Sandoyar harmonikulið undir og Sandoyar manskór syngur til felagssangin. Eisini syngja eitt smábarnakór av Sandi og eitt gentukór úr Skopun. Konfirmantarnir gera eina altartalvu til høvið. Havstein Klein prædikar til gudstænastuna.