SANGFAGNAÐUR 2023
Aftur í ár gleðir tað okkum at kunna bjóða øllum sangglaðum børnum á sangfagna.
Sangfagnaðurin er ein serlig lega, sum er fylt við sangi og tónleiki, og sum endar við at børnini hava tvær stórar konsertir í høllini í Nesvík. Umframt sangvenjingar við dugnaligum kórleiðarum, eru eisini aktivitetir og undirhald á skránni, sum vit kenna tað frá flestu legum.
Í ár eru nakrar broytingar gjørdar í mun til undanfarin ár. Sangfagnaðurin er fluttur frá at vera fríggjadag til sunnudag, til nú at vera hósdag til leygardag í heystfríðtíðini, sum í ár er 12.-14. oktober.
Eisini verður aldursmarki hækka eitt ár, soleiðis at legan í ár er fyri øll, sum ganga í 3.-7. flokki.
Tað er bert møguligt at tilmelda eitt barn í senn. Undanfarnu ár er legan fullteknað aftaná fáar minuttir. Um fleiri børn skulu tilmeldas, viðmæla vit, at tit eru fleiri, sum sita klár at tilmelda børnini.
Tá tað er fullteknað, kemur bíðilistin at liggja á somu síðu, sum tilmeldingin.
Tilmeldingin letur upp fríggjadagin 8. sep. Kl. 18.00 og fer fram á mission.fo/tilmelding.
Kostnaður:
Ein luttakari: kr. 465,00
Tvey systkin á leguni: kr. 420,00
Trý ella fleiri systkin á leguni: kr. 380,00