Sangfagnaður 2024 er liðugur fyri hesaferð
Tað var veitsludámur í Nesvík, tá ið stóra tiltakið fyri børn: Sangfagnaður 2024, endaði seinnapartin leygardagin við eini framúr góðari konsert, har umleið 170 børn sungu teir 10 sangirnar tey høvdu lært.
Uttanfyri oysregnaði, ja so nógv, at parkeringsvørðurin valdi at skifta siðbundna gula vestin út við ein bjargingarvest, meðan hann hjálpti teimum gestunum at finna pláss til teir mongu bilarnar.
Men inni í høllini í Leguhúsinum var bæði turt og hugnaligt, og børnini framførdu tvær framúr góðar konsertir.
Vit vóru við og kunnu tí vísa tykkum myndir og filmsupptøkur frá degnum.
Sunnudagin er seinasti møguleiki at hoyra børnini syngja sangirnar frá ársins Sangfagnaði. Sum siður er, luttekur kórið á Simba-hittinum á Stórmøtinum.
Hevði tú ikki møguleika at hoyra kórið í Nesvík, ella kanska tú ynskir at hoyra tey aftur, ja, so er at koma í Skúlan á Fløtum í Tórshavn sunnudagin 27. oktobur kl. 15.00.