Sangfagnaðurin 2019 nærkast – tilmeldingin letur upp næsta fríggjakvøld

Eitt av sera væl umtóktu tiltøkunum í Leguhúsinum í Nesvík er sangfagnaðurin seinna vikuskifti í heystfrítíðini, sum í ár er 18.-20. oktober. Heitið í ár er: “Sum vit eru”.

– Vit eru dýrabar í Guds eygum, og hann sær okkum við øðrum brillum, enn vit sjálv gera. Jesus vil, at vit koma til hansara, júst sum vit eru, tí hann elskar okkum treytaleyst og vil, at vit hoyra honum til. Eins og vit syngja í sanginum, “um tú ert stórur ella størri ella størstur, kanst tú koma til Jesus hvønn dag”. Tí er evnið á sangfagnaðinum í ár “Sum vit eru”, og tað verða sangirnir á konsertini og eisini andaktin merkt av, sigur Erla Mortensen, samskipari fyri barna- og familjuarbeiðið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini.

Konsertirnar hesaferð í Nesvík

Í mong ár hava børn, ung og vaksin glett seg til, at Leguhúsið verður liðugt útbygt, og nú verða konsertirnar endiliga fluttar í nýggju høllina í Nesvík. Hesi árini, sangfagnaðurin hevur verið, hevur sjálv legan og flestu venjingarnar verið í Leguhúsinum, men konsertirnar hava verið í Løkshøll í Runavík. Hóast umstøðurnar í Løkshøll eru sera góðar, hevur tað kravt nógva orku og samskipan at fáa sunnudagin, sum er konsertdagurin, at hanga saman, tí tá eru bæði døgurði, gudstænasta, bussferð við øllum viðførinum, smærri máltíðir og síðstu venjingarnar á skránni, áðrenn tann fyrra konsertin byrjar klokkan 15.

LES EISINI  Arbeiðsdagar í Nesvík – eini 10-20 fólk til arbeiðis hvønn týsdag

– Vit gleða okkum super nógv til at royna nýggju umstøðurnar, og eg ivist onga løtu í, at hetta er við til at hækka støðið á konsertini, tí børnini kunnu eisini venja í høllini alt vikuskiftið, og tíðin at flyta fólk og útgerð aftur og fram kann nú brúkast til venjingar og hvíld. Fantastiskt, at alt nú kann vera á sama stað, og at umstøðurnar í Nesvík nú eisini eru framúr góðar, sigur Erla.

Sera væl umtókt tiltak

Fyrireikararnir siga, at sangfagnaðurin er eitt heilt serligt tiltak, sum bæði børn og leiðarar kenna ognarskap í. Tá tilmeldingin í fjør lat upp, gingu bara tríggir tímar, til tiltakið var fullteknað. Eisini bjóða leiðarar seg fram hvørt ár, tí hetta vilja tey vera við til.

– Hetta er eitt sera gott konsept, sum vit eru errin av. Tí hvat er betur enn at hoyra børn syngja av hjarta um Jesus-pápa? Sangirnar taka børnini heim við sær, við í barnakór og skúla; børnini eru okkara framtíð, sigur Erla at enda við einum brosi.

LES EISINI  Konsertummæli: Barnasangfagnaðurin 2019

Legan kostar 390 krónur fyri hvørt barn. Um tvey systkin eru á legu, fáa tey 40 krónur í systkinaavsláttri hvørt, og um trý ella fleiri systkin eru, er avslátturin 80 krónur fyri hvørt barn.

Legan byrjar fríggjamorgun klokkan 10 og endar umleið klokkan 18 sunnukvøld, tá seinna konsertin er liðug.

Sum nevnt letur tilmeldingin á mission.fo/tilmelding upp fríggjakvøldið 13. september klokkan 18, og tá ræður um hjá foreldrunum at sita klár við knappaborðið.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina