Sangfagnaðurin 2022

Eftir eitt gott og gevandi vikuskifti og tvær fantastiskar konsertir er ársins sangfagnaður nú farin aftur um bak.

Í vikuskiftinum hevur Sangfagnaðurin 2022 verið í Nesvík.
Fríggjamorgunin bleiv tikið ímóti 180 spentum børnum. Allan fríggjadagin og allan leygardagin vóru sangvenjingar á skránni hjá hesum børnunum, sum skuldu læra 7 nýggjar sangir í part upp á tveir dagar.

Í ár var evnið og boðskapurin á leguni LJÓS.
Sangirnir snúgu seg allir um Gud sum okkara ljós og hvussu vit ganga í ljósinum, tá vit liva saman við honum.

Børnini frá sangfagnaðinum vera aftur at hoyra í høllini á Skála 6. november til Simbahittið á Stórmøtunum!

Her eru nakrar myndir og filmsklipp frá vikuskiftinum.

Mynd: Bjarta Ásbjørnsdóttir Arge
LES EISINI  Sangfagnaðurin: Fantastisk konsert
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina