Sangfagnaðurin er fullteknaður!

Tað tók einans 54 minuttir, so vórðu øll plássini á Sangfagnaðinum 18.-20. oktober farin!

Møguligt er tó at koma á avmarkaðan bíðilista her (tað eru 30 pláss á bíðilistanum).

Legan kostar 390 krónur fyri hvørt barn. Um tvey systkin eru á legu, fáa tey 40 krónur í systkinaavsláttri hvørt, og um trý ella fleiri systkin eru, er avslátturin 80 krónur fyri hvørt barn.

Atgongumerki til konsertirnar

Sum vant verða tvær konsertir síðsta dagin á sangfagnaðinum. Hesaferð verða konsertirnar í nýggju høllini í Leguhúsinum í Nesvík, og tær verða sunnudagin 20. oktober. Tann fyrra klokkan 14.30 og tann seinna klokkan 16.00.

Neyðugt er hjá foreldrum og øllum øðrum at keypa atgongumerki til konsertina, og kostnaðurin er 50 krónur fyri hvønn. Børn upp til og við trý ára aldur sleppa ókeypis, um foreldrini sita undir teimum.

Atgongumerki kunnu keypast her.

LES EISINI  Sangfagnaðurin er ikki bara sangur
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina