Sangfagnaðurin farin í gongd

Klokkan 10 í morgun streymaði inn við luttakarum, ið gleddu seg til til eitt vikuskifti í Leguhúsinum í Nesvík.

Sangfagnaðurin, sum endiliga er aftur á skránni, er farin í gongd.

Tá øll vóru komin og høvdu funnið sítt kamar, so var farið í gongd við fyrstu kórvenjingarnar. Í høllini vóru allir luttakarnir savnaðir, har Fríðhild Danielsen og Bjarta Berthelsen skipaðu fyri, meðan Ásbjørn Berthelsen spældi undir.

Í allan dag verður kórvenjing á skránni, og í morgin verður eisini vant og fyrireika til konsertirnar, sum verða sunnudagin.

Tvær konsertir eru á skránni sunnudagin. Seinna konsertin, ið er kl.16 er longu útseld, men til fyrru konsertina, sum er kl. 14.30 er framvegis møguligt at keypa atgongumerkir.

Atgongumerkir kunnu keypast HER.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina