Sangfagnadurin fullteknaður eftir 2 minuttir

Sangfagnaðurin, sum verður í Nesvík í heystferiuni, hevur enn einaferð víst seg at vera væl umtóktur. Tilmeldingin lat upp fríggjakvøldið kl 18.00 og tveir minuttir seinni, kl 18.02, var longu fult.

Harafturat er bíðilistin langur, tí tey sum ikki sluppu ígjøgnum nálareyga, kundu skriva seg upp á bíðilista. Nú verður so arbeitt við at fáa so nógv sum møguligt at sleppa við, so møguliga fáa vit kroyst nøkur á bíðilistanum við eisini.

Sangfagnaðurin er ein serlig lega, sum er fylt við sangi og tónleiki, og sum endar við at børnini hava tvær stórar konsertir í høllini í Nesvík. Umframt sangvenjingar við dugnaligum kórleiðarum, eru eisini aktivitetir og undirhald á skránni, sum vit kenna tað frá flestu legum.
Sangfagnaðurin verður 17.-19. oktober, hósdag til leygardag í heystfríðtíðini. Legan er fyri øll sum ganga í 3.-7. flokki.
Tað er greitt, at Sangfagnaðurin heldur fram við at vera ein av ársins hæddarpunktum.

Møguleiki verður eisini at hoyra barnakórið frá Sangfagnaðinum til Stórmøtini hjá Heimamissiónini, sum vera í skúlanum á Fløtum í Havn 25.-27. oktober. Kórini luttaka nemliga til SIMBA-hittið – stóra sunnudagsskúlan – sunnudagin 27. oktober kl 15.00.

LES EISINI  Teir seinastu sangirnir frá sangfagnaðinum 2019 
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina