Sangframførðsla: Eg aldri sá tann kross, hann bar

Til Stórmøtini 2020 vóru nógvar góðar sangframførðslur. Millum annað sungu Jan Jacobsen og Jórun Pólsdóttir nakrar sangir.

Ein av sangunum var ‘Eg aldri sá tann kross, hann bar’. Her syngja Jan og Jórun vakra sangin um Jesu líðing. Sangurin lýsir, hvussu torført tað er at skilja líðingina, tá man ikki sá hana. Men so er tað so fantastiskt at vita, at tað alt var fyri okkum.

“Tað er so mangt, eg ei kann skilja, men eitt eg veit, tað var til mín, hann gav sítt lív.”

LES EISINI  Hevði eg veingir, so fleyg eg avstað
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina