Sangframførsla: Í lívinum ofta tú leitar

Sálmurin ‘Í lívinum ofta tú leitar’ er skrivaður út frá sálmi 121, sum byrjar “Eg eygu míni hevji til fjallana upp, hvaðani kemur mín hjálp? Hjálp mín frá Harranum kemur, skapara himmals og jarðar”.

Sólrun Michelsen hevur skrivað orðini, og sálmurin stendur í nýggja sálmabókaískoytinum. Her er hann tó við einum øðrum lagi.

Ásbjørn Berthelsen hevur sett nýtt lag til orðini, og í videobrotinum niðanfyri syngja Ásbjørn og dóttirin Bjarta sangin.

  1. Í lívinum ofta tú leitar
    til okkurt, sum verja teg kann,
    tú hyggur mót fjøllunum bláu,
    tó einki í teimum tú fann.
    Hygg hægri enn fjøllini bláu,
    hygg up um tey rekandi skýggj,
    øll hjálp mín frá Harranum kemur,
    og náðin er æviga nýggj.
  2. Tín vaktari mikli ei svevur,
    tí varðmaður góður er hann,
    sum rættir tær hond, tá tú snávar,
    og kínir burt tárið, ið rann.
    Tú skapari himins og jarðar,
    mín krokingarklettur og skjól,
    mín útgang og inngang tú varðar,
    tú reiðir mær tryggasta ból.
LES EISINI  Hevði eg veingir, so fleyg eg avstað
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina