Sangframførsla: O, veldis Gud – Vox

O, veldis Gud (nr. 31)

Yrkjari: Carl G. Boberg, 1885
Umsett: Petur J. Sigvardsen

1. O, veldis Gud, eg undrandi má skoða
alt ríkidømi, skart og skreyt um lond
og stjørnufjøld á føgrum himnaboga,
ja, alt, ið kom frá tíni skaparhond!

Tí berst mær lovsangur úr barmi út:
O, veldis Gud! O, veldis Gud!
Tí berst mær lovsangur úr barmi út:
O, veldis Gud! O, veldis Gud!

2. O, Gud, tú negldur varð á krossar planka,
tú tornakrúnu sjálvur bar for meg.
Frá fyrndini tú tonkti frelsutanka:
at tú á krossi vildi ofra teg.

3. O, Gud, tá syndin særir sál og sinni,
eg nígi niður við tín náðistól;
har fyrigeving, sálarfrið eg finni;
o, Gud, tú ert mín klettur og mítt skjól!

4. Tá tokut tíðarhvarv á fold er farið,
vit savnast, Gud, um trónuna hjá tær,
tær takkandi tann stóri, frelsti skari;
tann lovsangur ei nakran enda fær.

LES EISINI  Framførsla: Jesus, tú Guds lamb.
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina