Sangheftið til Stórmøtini
Í morgin byrja Stórmøtini 2020! Fyrireikingar hava verið ígongd leingi, og øll eru sera spent at vita, hvussu Stórmøtini á netinum fara at síggja út.
Nøkur missiónshús hava longu lýst við at samlast og hyggja saman. Tilber eisini at samlast heima – tvær ella tríggjar familjur.
Felagssangirnir á Stórmøtunum vera at lesa á skerminum, tó eru tað nøkur, ið heldur kundu hugsað sær eitt sanghefti. Nú er sangheftið klárt at prenta til tykkum ella tykkara missiónshús.