Sangkvøld í høllini í Nesvík

Leygarkvøldið 3. desember kl. 19.00 bjóðar Kirkjuliga Heimamissiónin til sangkvøld í høllini í Leguhúsinum í Nesvík.

Á skránni verður felagssangur við manskórinum úr Thabor í Fuglafirði, har teir góðu, kendu klassikararnir úr Missiónssangbókini verða sungnir.

Skráin:

  • Góður felagssangur.
  • Jørgen Andreasen, trúboðari, hevur eina andakt.
  • Pól Johannessen, trúboðari, greiðir frá um gevaratænastu.
  • Andrias Magnussen, aðalskrivari, greiður frá arbeiðnum hjá Kirkjuligu Heimamissiónini.

Aftaná sangtiltakið verður kaffi og te at fáa.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

LES EISINI  Nógvur sangur og tónleikur í Elim leygarkvøldið
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina