Sangkvøld í Hvalvíkar missiónshúsi sunnukvøldið
Í samband við mentanardagar í Sunda kommunu verður eitt hugnaligt sangkvøld í missiónshúsinum í Hvalvík sunnukvøldið 15. september klokkan 18. Umframt felagssang verða fleiri einstaklingar og bólkar, ið syngja, og eisini verður andakt.
Tey luttakandi verða:
- Menn úr Norðstreymoy
 - Jórun Pólsdóttir
 - Jákup Suni Lauritsen og Jógvan Steintún
 - Torbjørn Láadal og Sofus Joensen
 
Stýrið fyri missiónshúsið bjóðar øllum vælkomnum til eitt hugnaligt kvøld við góðum tónum, práti og einum góðum drekkamunni við onkrum søtum afturvið.
 Trúboðin
