Sangskeiðið 2018: 3 x ja á Strondum!

Seinasta vikuskiftið varð sangskeið hildið í missiónshúsinum á Strondum. Skeiðið endaði við konsert leygarkvøldið.

Ber til at fáa eitt kór uppá 120 sangarar at læra níggju nýggjar sangir eftir bert einum samdøgri? Ber til hjá einum kórleiðara at fáa hesi 120 fólkini í øllum aldrum at syngja júst soleiðis, sum hann hevur hugsað og ætlað tað heima við hús? Og ber til at fáa eitt nýtt missiónshús at kunna standa mát til eina konsert við bæði kóri og tónleikarum?

Hesar spurningarnar hevði eg við mær í høvdinum, tá sangskeiðið hjá Heimamissiónini bjóðaði til konsert í nýggja missiónshúsinum á Strondum. Tað kravdi bert fáar minuttir at gera ta fyrstu positivu niðurstøðuna, og 75 minuttir at gera ta endaligu niðurstøðuna – og svara ja til allar tríggjar spurningarnar.

(Mynd: Fríði Birgirsson Olsen)

Á palli stóðu 120 sangarar. Frammanfyri tey ein væl upplagdur kórleiðari, Ásbjørn Berthelsen. Og í høgra borði fimm væl upplagdir tónleikarar, sum gjørdu sítt til at geva teimum væl omanfyri 200 áhoyrarunum eina sera góða konsert.

LES EISINI  Stuðulskonsert

Hølini vóru riggað til konsertina. Pallurin stórur og víður, skiftandi litir á síðunum og ein sera góð ljóðmynd í einfalda salinum. Salurin í missiónshúsinum á Strondum kann avgjørt viðmælast sum konserthøli!

Samspæl

Tað ljóðaði avbjóðandi, og samstundis spennandi, tá lýsingin um hetta sangskeiðið varð almannakunngjørd: Sangararnir møta fríggjakvøld, – og longu kvøldið eftir at skula framføra sangirnar fyri almenninginum. Men her var eftir øllum at døma lagt hart út, og við ídni og nærleika vóru øll hesi 120 fólkini úr stórum pørtum av landinum fullkomiliga klár og til dystin fús, tá kórleiðarin setti kórið í gongd við tí fyrsta av íalt átta sangum.

Tað merktist týðiliga fyri okkum í salinum, at tey høvdu lært síni ting og sínar røddir eftir stuttari tíð. Onkur undraði seg helst yvir, hvussu eitt heilt kór kann læra so nógvar sangir so væl eftir so stuttari tíð. Men samspælið millum kórleiðara og sangarar og tónleikarar gav okkum eina sera góða uppliving og eina fantastiska konsert.

LES EISINI  Myndarøð: Sangfagnaðurin 2019

Sungnir vórðu nýggir sangir, sum vóru umsettir til høvið; onkur enskur inn ímillum, og onkur kendur sangur, sum hesaferð varð framførdur við heilt nýggjum lagi.

Syng, syng halleluja

Aftaná vóru fólk samd um, at her var fingið ómetaliga væl burtur úr eftir stuttari tíð. Tað vísir aftur, at tá øll eru samd um at røkka einum máli, ja, so gongur tað.
Onkur helt eisini, at tað var fantastiskt, at tey kundu læra allar hesar sangirnar eftir bert einum  samdøgri. Men so vóru tað onnur, sum hildu tað vera enn meiri ótrúligt, at tey haraftrat dugdu allar sangirnar uttanat! Veruleikin var heldur hann, at teksturin varð vístur á veggin aftanfyri áhoyrararnar, men soleiðis at kórlimirnir sóu teir væl og virðiliga.

Tá kórið fór undir tann áttanda og seinasta sangin, segði Ásbjørn Berthelsen við ”glimt i øjet”, at um fólk vildu geva kórinum ein rættiligan lógvabrest, so var ikki óhugsandi at kórið fór at syngja ein sang aftrat. Tað gjørdu fólk, og tá sang kórið finalu-sangin, sum avgjørt taldist millum teir bestu hetta kvøldið.
Tey sungu at byrja við heilt einfalt: ”Syng, syng halleluja” og síðani ørindini í sanginum. Tey høvdu fingið lagt henda sangin á sítt hjarta, men tey vildu meiri enn tað: Tey vildu eisini hava áhoyrararnar at syngja niðurlagið saman við sær. Hesa løtuna fylti sangurin allan salin. 
Og meðan áhoyrarar og kór sungu sangin saman, takkaði kórið fyri seg og fóru gangandi út eftir gólvinum sum endin á hesi frálíku konsertini.

LES EISINI  Sangløtur

Takk til tykkum, sum skipaðu fyri. Og má Harrin signa sangin og tónleikin í Heimamissiónini.

Myndir: Kristinn Akursmørk, Fríði Birgirsson Olsen og Trygvi Ludvig

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina