Sangfagnaðurin: Fantastisk konsert

Í dag, 21. oktober, havi eg, saman við trimum av mínum børnum, verið til eina framúr góða og lívgevandi konsert. Hetta var konsert, sungin av børnum, sum hava verið til sangfagnað í Nesvík, sum nú hevur verið triðja árið á rað.

Vit hava keypt okkum atgongumerkir til seinnu konsertina og komin uppá pláss í salinum, sita vit spent og bíða, til øll hesi fittu og røsku børnini, sum hava verið á sangfagnaði frá fríggjamorgni til sunnudag, koma inn at vísa okkum, hvat tey hava lært hetta vikuskiftið.

Konsertin byrjar við, at Kristian Martin Petersen bjóðar okkum vælkomin og greiðir eitt sindur frá, hvat verður á skránni. Hann fortelur eisini, at evnið á sangfagnaðinum á hesum sinni, er “Alt givið”. Eftir hetta koma so á leið 140 glað børn, hoppandi inn til tónleikin, sum verður spældur av fimm framúr góðum tónleikarum. Børnini eru deild upp í tveir ymiskar frískar litir, summi í ljósareyðum og onnur í ljósabláum blusum. Og so byrja tey at syngja.

Felagskórið

Fyrsti og næsti sangurin verða sungnir av felagskórinum, stjórnað av strandingum, Bjartu og Fríðhild, og hesir eru “Tú ert her” og “Ja, tú ert stórur Jesus”. Tveir góðir sangir, sum eg áður havi hoyrt á sangskeiði í Nesvík. Stuttligt at hoyra kent tilfar at byrja við, har ein fær sungið stillisliga við. Børnini strála ímeðan tey syngja og gera ymisk tekin til. Eisini eru nakrir solistar, sum uttan nakað, syngja tað, sum tey skulu. Aftanfyri børnini er ein stórur skíggi, har sangurin verður presenteraður, og hvar teksturin eisini er at síggja hjá okkum áhoyrarum, meðan sungið verður.

LES EISINI  Heimamissiónsskrivstovan stongd um jólini

Barnakórið

Tá so hesir sangirnir eru sungnir, fara øll tey í ljósareyðum blusum av pallinum, og eftir standa tey í bláum blusum. Hetta verður kallað barnakórið, tey frá 2.- 4. flokk. Og inn koma tveir nýggir kórleiðarar har vestri frá, Karin og Vivian. Hetta kórið syngur so tríggjar sangir “Syngið við mær”, “Alt givið” og “Mær er givið alt vald”, tríggir fittir og lívligir sangir, har sangurin “Alt givið” er gjørdur av dugnaligum fólki úr Vágum til endamálið.

Børnini syngja so glað og væl við og gera samstundis ymisk tekin til. Eisini eru fleiri solistar, durskiftir, onkuntíð verður sungið í fleiri stemmum og eisini megna kórleiðarnir at fáa børnini at syngja spakuliga og hart, tá tær ynskja tað. Í endanum í síðsta sanginum koma nøkur børn í kórinum fram og saman gera tey eina pyramidu, og endar sangurin við, at øll í kórinum vísa á hetta við ørmunum rætt ímóti teimum.

Andakt

Eftir hesar báðar sangirnar fara so eisini hesi børnini av pallinum og Mariann Poulsen av Strondum kemur fram við einum træskipi í hondini. Hon hevur eina góða andakt, sum fangar bæði børn og vaksin.

LES EISINI  Qaraqosh: Vónin, sum ISIS ikki megnaði at køva

Juniorkórið

Tá andaktin er liðug, koma børnini í ljósareyðum blusum aftur inn á pallin. Hetta eru tey frá 5.-7. flokki, sum her verður kallað juniorkórið. Og enn einaferð koma nýggir kórleiðarar inn, hesaferð fólk av Toftum, Helena, Jannet og Hallgerð.
Tónleikararnir byrja við einum vælkendum lagi, og nøkur børn stilla seg fremst við “trummum”, úr baljum og spannum bundnum frammanfyri sær, har tey sláa niður í takt. Hetta er rock lagið, we will, we will, í hesum førinum, praise you. Hetta fær áhoyrararnar at trekkja uppá smílibondini. Eisini í hesum sanginum eru dugnaligir og fríir solistar.

Juniorkórið syngir tríggjar sangir, “We will, we will praise you”, Alt tað, eg havi, er givið” og “Hygg at mær”. Allir tríggir sangirnir eru skrivaðir av dugnaligu kórleiðarunum. Sangirnir eru fjølbroyttir við solistum, rapparum, fangandi niðurløgum, góðum millumspæli av tónleikarum, durskifti og so framvegis. Eisini í fleiri av hesum sangunum, gjørdu børnini ymisk tekin til. Stuttligt at hoyra so frí, glað og dugnalig børn.

Felagskórið

At enda koma børnini í bláum blusum aftur á pallin, og saman syngur felagskórið nú aftur tveir sangir. Hesir eru, “Í beinunum kitlar” og “Lívsgleði”. Og kórleiðarnir av Strondum, Bjarta og Fríðhild koma nú enn einaferð at stjórna kórinum.

Aftur tveir fittir, lívligir sangir, har børnini eru væl við og gera ymisk tekin til. Og aftur hesaferð eru solistar, sum syngja so frí og væl.  Sangirnir fáa áhoyrarnar væl við og klappa verður í takt við sangirnar. Lógvabrestirnir eru nógvir, tá seinasti sangurin endar, og so sum eitt yvirraskilsi, tríva børnini í aftur seinasta niðurlagið, og hetta er eitt sera gott punktum á eina sera góða og gevandi konsert.

LES EISINI  MYNDIR: Væleydnaður Sangfagnaður

Ein fantastisk konsert

Samanumtikið varð hetta ein fantastisk konsert, sum fangaði bæði vaksin og børn. Sangirnir vóru borðreiddir við øllum góðum, har øll børnini sóu út til at hugna sær maks. Tey hava lært ótrúliga nógv uppá sera stutta tíð, og sangirnar dugdu tey øll uttanat. Stuttligt var eisini at síggja, at so nógv børn tordu og dugdu so væl at standa fram sum solistar.

Eitt stórt herðaklapp til fyriskiparar, tónleikarar, kórleiðarar og øll, sum hava luttikið í hesum sangfagnaði. Vit eiga nógv dugnalig fólk í Heimamissiónini, sum duga bæði til eitt og annað. Og innanfyri tónleikin eru vit, eftir mínum tykki, sterk. Gott at síggja, at tit nýta tykkara gávur og geva burturav til onnur. Bæði til børnini, sum luttóku á sangfagnaðinum, men ikki minst til foreldur og onnur, sum hava verið og lurtað.

Hetta ger so gott. Eitt tað besta, eftir mínum tykki, er at hoyra børn syngja. Tað er so lívsgevandi og lívsjáttandi.
Takk fyri, tit. Eg gleði meg til næsta ár.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina