Sangurin, sum eg ikki megni at syngja 

Trevin Wax er varaforseti í gudfrøði og samskifti á LifeWay Christian Resources og gesta professari á Wheaton College.
Kelda: thegospelcoalition.org
Umsett: Andrias Magnussen

Tað er ein vælumtóktur lovsangur, sum eg havi hoyrt tey seinnu árini, sum eg ikki megni at syngja, skrivar Trevin Wax. Hjarta aftanfyri sangin er rætt, og høvuðsboðskapurin í sanginum er Guds góðska, men einaferð í sanginum verður ein linja sungin aftur og aftur: you’re never gonna let me down. Gud fer ongantíð at svíkja okkum. Tá ið eg hoyri hesa reglu, so klári eg ikki at syngja hana.
Í fleiri mánaðir havi eg stríðst við, hví eg man hava so torført við at siga, at Gud ongantíð fer at svíkja meg?

Er tað tí, at eg enn kenni meg særdan av mótgongd, sum hevur møtt míni familju?
Er tað tí, at hjartað er hart?
Er tað tí, at eg ikki vil játta, at eg upplivi eitt stíð ímillum, at Gud einaferð fer at uppfylla øll síni lyfti og metta okkum við síni nærveru í allar ævir, og so tærupplivingar, sum møta mær í lívinum?
Eg tað tí, at eg óttist, at um eg aftur og aftur siga við meg sjálvan, at Gud ongantíð fer at svíkja meg, (uttan at hugsa um tann æviga sannleikan, at einaferð fer Gud at nøkta mín tørv) at eg so ikki kann annað enn blíva skuffaður, tá ið eg kenni tað sum Gud “svíkur” meg, tá ið hann í sínum vísdómi loyvir ymiskum í mínum lívi?

Eg seti ikki spurnartekin við gudfrøðiliga neyvleikan í regluni í sanginum, og hetta er ikki nøkur herferð mótvegis sanginum, men eg ivist í, um tað er nøkur hjálp í hesum sanginum. Tað kann vera, at tú eisini hevur tað soleiðis? Vit møta mótgongd og sorg í lívinum, og tað tykist sum vit verða tikin á bóli av hesum, og vit verða ørkymlaði, ill og særd. Ósvaraðar bønir føra til spurningar um, hvussu órannsakandi Gud er í sínum ráði, og um bønir yvirhøvur gera nakran mun. Tá ið tú vaknar um morgunin og sært, at títt lív ella tín yrkisleið ella tín familja als ikki eru tað, sum tú hevði vónað og væntað, so kann tað føra til bæði høvuðbríggj og vónbrot.

Eg kenni ein mann í 30unum, sum hevur eina konu, sum er deyðiliga sjúk av krabbameini. Hesin maðurin hevur trupult við eini aðrari linju í einum sangi sum sigur, at tað er lætt at líta á Gud. Hansara sorg minnir meg á sl. 137, har Ísraels fólk gremja seg um sína støðu í útlegd. Tey sita við áirnar í Bábel og gráta. Tey hava hongt hørpurnar upp á pílatrø. Tey spyrja, hvussu tey kunnu syngja Harrans sangir á fremmandari grund og undir ræðuligum umstøðum.

Sl. 137 er bert eitt av fleiri dømum um líknandi støður og umstøður, sum vit finna í Bíbliuni. Eg lesi sálmarnar hvønn mánað, og tá undrist eg yvir, hvussu ofta sálmaskaldið vísir á djúpar kenslur og sorg, og samstundis kann lovsyngja. Ígjøgnum harmljóð verða orð sett á vónbrot og spurningar viðvíkjandi Guds ætlan og fyriskipan. Hetta vísir mær, hvussu ein fjakkari her á jørð hevur tað. Í flestu av hesum sálmunum stríðir sálmaskaldið seg aftur til Gud. Sálmaskaldið velur at líta á, at Gud framvegis er har, at hann framvegis er góður, og at hann framvegis hevur allan mátt at halda síni lyfti. Øvugt av summum nútíðar sangum, so sigur sálmaskaldið ikki “Gud, tú ert góður, tí tú ongantíð fert at svíkja meg,” men “Gud, hóast eg føli meg sviknan av tær, so trúgvi eg kortini, at tú ert góður.”

Ígjøgnum sálmarnar fyrireikar sálmaskaldið meg til eina leið við líðing og sorg og gevur mær eina sálmabók, sum hjálpir mær at seta orð á veruleikan við Guds góðsku, tá ið trúarleiðin kennist sum tjúkkur mjørki, sum eg næstan ikki fái gingið ígjøgnum. Tað er hetta, sum eg vil syngja um. Um nakað, sum viðurkennir eina særda og troytta hond, sum næstan ikki megnar at hevja seg í tilbiðjan, men sum krøkir seg í sannleikan, at Gud framvegis er góður, hóast vónloysi og myrkur eru allastaðni. Tí dámar mær so væl endan í uppruna útgávuna av sanginum, sum eg nevndi omanfyri. When the night is holding on to me, God is holding on. Tá ið náttin krøkir seg í meg, Gud mær heldur fast.

Sangirnir, sum vit syngja, eiga at fyrireika okkum til tíðir í lívinum, tá ið vit kenna okkum “svikin” av Gudi. Í bókini Suffering is Never for Nothing skrivar Elisabeth Elliot soleiðis:
“Um tín trúgv hvílir í tankanum um, hvussu Gud eigur at svara tínum bønum…so verður hendan trúgvin sera viðbrekin. Tá ið so lívsins stormar koma, so heldur hendan trúgvin ikki. Men, um trúgv tín er bygd á hann, sum er hin ævigi Eg eri, tá er trúgv tín grundfest og hon heldur.”

Tað er hendan trúgvin, sum eg vil skal vaksa fram í mínum hjarta ígjøgnum teir sangir eg syngi, og tey Bíbliuorð eg lesi, skrivar Trevin Wax at enda. Ein roynd og úthaldin trúgv, sum fyrireikar meg til tær løtur, tá ið eg verði skuffaður ella “svikin”, og í hesum løtum peikar mær á tann krossfesta kongin.