SAT-7 : Koma við áheitan á Libanon

Aftaná øgiligu spreingingina í Beirut, fer SAT-7 nú undir eitt stórt stuðulsátak í Libanon. Spreingingin gjørdi øgiligan materiellan skaða á Beirut, ið eisini hýsir kristnari TV-støð í Miðeystri.

Mitt í enn eini kreppu, ið ráma skuldi, frammanundan skirvisliga býin, verður SAT-7 manningin verandi í Beirut og fer at halda fram við at senda beinleiðis sendingar frá teirra sjónvarpsstovu sum part í eini neyðstøðu, tvørturum arábisku SAT-7 rásirnar, sum partur av “FyriBeirut – Standandi “Firm in Faith” átakið, eggjar SAT-7 viðhaldsfólkum um allan heim at biðja og senda videoboð, Ið stuðla kann kristnu starvsfelagarnar í Beirut og annars geva pening, ið dekka útreiðslur og svar.

Hetta er fyri Libanon ein óhugnalig og døpur tíð. Vit eiga í trúgv og í vón at standa saman við brøðrum og systrum hesar dagar, nú hart leikar á, andliga at stuðla, bæði kensluliga og likamliga – og ikki lata mótið falla, men saman við teirra medborgarum, vitandi um, at mong líða bæði svongd og neyð og liva í stórum ótta og iva.

LES EISINI  SAT-7: Samrøða við Kurt Johansen

Daglig styrki og vón um morgindagin

Álitisfull og í trúfastum verki, fara SAT-7 viðhaldsfólk og beirutgrundað toymi at svara spurningum beinan vegin. 24 tímar eftir spreingingina hevði útvarpsstovan “broadcast” Libanon: Pain and Hope, eina beinleiðis sending, har lokalir kirkjuleiðarar komu saman við síggjarum, ið allir vóru skelkaðir og sum buðu sær til at biðja fyri fólki. Bønarstuðul frá kirkjuleiðarum fara at halda á hvønn dag á SAT-7 ARABISK á 6 pm; klokkutíðin, tá spreingingin var.

Umsett: Henry Debes Joensen

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina