SAT-7: Kurt Johansen heiðraður av danska bíbliufelagnum

Fríggjadagin varð Kurt Johansen, aðalskrivari á Sat-7, heiðraður av danska bíbliufelagnum tá hann fekk handa Bibelselskabets Pris 2020 fyri sítt arbeiði í SAT-7.

Kurt Johansen hátíðarhelt fyrr í vikuni sín 20 ára dag á SAT-7, sum er ein kristin sjónvarpsrás, ið sendur á arabiskum, persiskum og týrkiskum í 25 ymsum londum í miðeystri og Norðurafrika umframt flestu londum í Evropa. Fyrstu tíðina varð sent tveir tímar um vikuna, men í dag verður sent alt døgnið. Hettta kemst millum annað av tí ótroyttiliga arbeiðnum hjá Kurt Johansen í SAT-7.

Formaðurin í danska bíbliufelagnum, Peder Ø. Andersen, segði m.a í røðuna tá Kurt varð heiðraður: Kurt er ein diplomat í heimsflokki. Kring allan heimin verður lurtað eftir honum og hansara royndum.

Kurt er eisini kendur í Føroyum, har hann eisini hevur vitjað. Seinast hann var á vitjan í Føroyum var longri samrøða gjørd við hann í sendingini Credo. Sendingin kann hoyrast her.

LES EISINI  Fann frælsi ígjøgnum fyrigeving
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina