Sat-7 styrkir røddirnar á teimum sum yvirlivdu jarðskjálvtan í Sýria

Sjónvarpskráin hjá Sat7, ”You are not alone” hevur latið pallin til familjur og kirkjuleiðarar í Sýria, har tey fáa høvið til at siga frá støðuni og tørvinum í kjalarvørrinum av ógvusliga jarðskjálvtanum.

Skráin hevur givið rúm til tey, sum yvirlivdu jarðskjálvtan, eina rødd og ein felagsskap. Kirkjur í Sýria lótu hurðarnar upp fyri øllum teimum, sum leita sær skjól og føði, og har leiðslan eisini gevur vón í hesi menniskjaligu vanlukku.

Vísa Guðs kærleika

”Tá vit eygleiða tað sum hendir tí sýriska og turkiska fólkinum, gerast vit málleys og okkum mangla orð,” sigur leiðarin fyri Sat7 rásini við eina familju í Sýria. ”Vit vita ikki rættuliga hvussu vit á bestan hátt kunnu vísa tykkum samkenslu og troyst, so hetta leggja vit yvir til Guð, so hann fær tosa við tykkum ígjøgnum okkum.” Fólkið er í iva og døpurhuga, eftir hendan sálarliga løstin av brádligum jarðskjálvta, eftir heimsumfatandi farsótt, krígsstøðu og fíggjarkreppu.

Ímillum gestirnar til hesar sendingar, er kirkjuleiðarin David Sousan saman við sýriskum fólki, sum komu undan vanlukkuni við lívinum. Hesi hava søkt sær skjól í tí armensku, evangelisku kirkjuni í býnum Aleppo, har hjálparfólk stríðast fyri at møta teirra mest átrokandi tørvi, so sum mati,  innivist, heilivági, pinkubarnamjólk og blævum.

Meðan eitt stórt tal av tí lokala fólkinum halda til í kirkjum og kreppumiðstøðum, eru tað onnur sum halda til á teimum ísakøldu gøtunum ella í skirvisligu húsum, sum kunnu falla saman hvørja løtu.

LES EISINI  Vón í eini ófrættakendari tíð

Maraashli familjan lýsti sálarligu avleiðingarnar av jarðskjálvtanum soleiðis: ”Hvørja ferð ferð vit bara síggja vatnið í eini fløsku flyta seg, gerast vit bangin og ivast í um vit yvirliva løtuna.” Daali-familjan legði afturat, at skelkurin kom at taka langa tíð at lekja.

Bøn gevur vón

Eisini vóru nógvar søgur frá fólki, sum høvdu uppliva Guðs undurfullu náði í øllum ruðuleikanum, undur sum bjargaðu lívi. Fimm minuttir áðrenn jarðskjálvtan, kom einasta dóttir hjá Maraashli familjuni í kamari hjá foreldrunum. Hevði hon ligið í sínari song, var eitt skáp rapa oman yvir hana og skaðin verið stórur.

Gestirnir á sjónvarpsrásini løgdu aftur og aftur dent á, hvussu týdningarmikil bønin er, hon gongur undan allari tí týdningarmiklu og lívsneyðugu praktisku og fíggjarligu hjálpini. Heitt verður tí á hyggjarnar um at biðja.

Dali-familjan nýtti høvið til at leiða hyggjarnar í bøn. Tey takkaðu Guði fyri hansara kærleika, umsorgan og hjáveru millum fólkið og bóðu um hansara hjáveru hjá øllum hjálparfólkinum og hjá teimum sum lógu undir húsaleivdunum. Tey bóðu í Jesu navni um lekidom, fyri øllum teimum særdu.

Eisini hevði rásin eina samrøðu við Ali, ein sjálvboðin libanesiskur borgaraverndarmaður, sum saman við 71 øðrum hjálparum, er við í hjálpararbeiðinum. Hesin greiddi frá teimum álvarsomu oyðileggingunum og stóra og krevjandi trupuleikanum við at  bjarga og at eyðmerkja tey deyðu.

LES EISINI  Bønarvika fyri Sat-7 byrjar í dag

Hesin partur av sendingini endaði við samrøðu við prestin Nseir í  tí presbyteriansku kirkjuni í Aleppo. Eftir jarðskjálvtan rann hann, saman við familjuni út úr teirra húsi, sum ikki varð rakt, fyri at hjálpa fólki úr vanda til tryggleika.  Kirkjan hevur nú eftirfylgjandi fingið nógvar royndir við samfundartænastu til fólk úr øllum trúarrætningum, við at geva teimum innivist. Tey borðreiða eisini við mati og drekka á kreppustøðunum, har tey íð yvirlivdu halda til og geva soleiðis Guði teirra likam, fyri at Hansara nærvera kann vera hjá teimum sum líða neyð, óansæð teirra samleika.

Nseir endurtók Jesus egnu orð har hann sigur í Matt. 25:42 ”Tí at eg var svangur, og tit góvu mær ikki at eta; eg var tystur, og tit góvu mær ikki at drekka; eg var ókunnigur, og tit hýstu mær ikki; eg var nakin, og tit klæddu meg ikki, eg var sjúkur og í fangahúsi, og tit vitjaðu meg ikki” Hesi spyrja Harri nær sóu vit teg og hjálptu tær ikki? Hann vísir í ørindi 40 til, at so satt sum tit hava gjørt hetta ímóti einum av hesum minstu brøðrum mínum, tá hava tit gjørt tað ímóti mær, og um vit ikki gera hetta, gera vit tað heldur ikki móti Guði. Okkara trúgv verður roynd í løtuni uppá allar mátar. Antin hjálpa vit øllum, ella gevur tann andaligi arvurin og førningurin onga meining, um hann ikki ávirkar okkara samfelag jaliga.

LES EISINI  Føroya Landstýri hevur latið menningarhjálp til Sat-7 Academy í 2020

Hann minti hyggjarnar á at taka hesa álvarsomu kreppu til sín við gávumildni at deila við onnur,

so øll kunnu síggja góðgerðir tykkara og æra Guð og faðir okkara á himni.

Gleðiboðskapurin um Jesus lekir hjørtuni

Nseir varð biðin um at geva eini boð og heilsan til øll tey sum kenna seg kedd, vónleys og ráðaleys.

”Minnist til orðini á krossinum tá Jesus rópti: Eli, eli, lama sabaktami? Tað er: Guð mín, Guð mín, hví fórt tú frá mær?” Tað er ikki skeivt at spyrja Guð um, hví hetta hendi,” segði Nseir. ”Hetta lívið er eitt loyndarmál; tað er ein hvørvisjón. Ein dag skulu vit síggja Guð andlit til andlits, og tá skilja vit, hví vit vóru stødd í hesum verðunleika. Eru vit Jesu eftirfylgjarar í líðingunum, skulu vit eisini vera tað í uppreisnini, eftir Guðs vilja.”

Latið okkum standa saman í bønini um:

  • At Guðs lekjandi kraft vil nema tey sum á likami, sinni, hjarta og sál hava fingið løst og líða
  • At útbúnaður, stuðul og umsorgan verður veittur teimum sum eru rakt
  • At hesi mugu møta Jesu kærleika, taka ímóti honum og fáa eina livandi vón.
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina