Sat7-sendingarnar eru ein ljósglotti í myrkrinum

Á europeiskum Sat7-fundi í Keypmannahavn, 4.okt, hitti eg Ritu El-Mounayer, leiðaran á Sat-7 sjónvarpsrásini. 

Hendan gløgga og brennandi eldsálin, at boða gleðiboðskapin um Jesus Kristus gjøgnum sjónvarpsrásina Sat7 til alt Miðeystur og Norður Afrika, var kensluborin og merkt av krígnum í Miðeystri. Sjálv hevur hon uppliva trý kríggj í Libanon, sum er hennara heimland. Fyrstu ferð sum smágenta og sita hesi óhugnaligu minnini framvegis í henni. Hon hevur samkenslu við øllum børnum og ósekum, sum í dag líða undir kríggi og uppliva sama trauma sum hon gjørdi sum barn. Fólk eru troytt, mótfallin og óttafull. Men samstundis gleðist hon yvir leiklutin kirkjan vísir, við at standa føst á sjálvum klettinum, Kristusi og at boða vón inn í myrkrið.  

Marianne Awaraji, eitt av týðandi starvsfólkunum á Sat7, gav avboð til fundin í Keypmannahavn, vegna støðuna í Libanon, har hon býr við familju síni. Gjøgnum video, greiddi hon frá, hvussu hon var flýdd úr Beirut í 2006, tá borgarakríggji herjaði, men var flutt aftur til Beirut, fyri ígjøgnum sendingarnar, at styrkja fólki í livandi vónini. ”Guð sum hjálpti okkum tá, er tann sami í dag, vit eru jú ljós og salt jarðarinnar, har vit eru sett” leggur hon afturat. 

Tey kristnu í landinum biðja um styrki frá Jesusi, at halda fast í trúnni. Tey stremba eftir at bera frið, semju, fyrigeving og vón til fólki.

Fíggjar- og heilsustøðan er nógv versna. Skúlar standa stongdir og nógv liva sum flóttar í egnum landi og hinumegin landamørk. Skúlaundirvísingin yvir netið, hevur tí framvegis stóran týdning fyri hesi flóttabørnini.     

Tá Rita verður spurd um, hvussu starvsfólki hevur tað, er svarið:»Tey siga at tey hava tað gott og hava vant seg við støðuna. Men innast inni veit eg, at tey ikki hava tað gott. Fyristilla tær at hoyra flogfør og bumbur alla náttina. Sjálvt um tey sova í trygdarrúmum, fáa tey ikki nógvan svøvn. Men tey halda fast við at fara til arbeiðis á sjónvarpstøðini, fyri at framleiða beinleiðis sendingar. Teirra sannføring er, at tey ikki bara kunnu uppgeva alt og goyma seg. Okkara uppgáva sum kristin er at bera vón og signing til menniskju, har eingin vón er. 

LES EISINI  Credo: SAT-7

Heimsøgan vísir okkum ofta, at Guðs kirkja hevur fingið nýggjar møguleikar, mitt í kríggi og ósemjum. Hetta sama hevur verið galdandi í Libanon og ósemjurakta Miðeystur, í nógv ár. 

Rita sigur víðari: ”Tá fólk koma í neyð, leita tey eftir einum føstum grundarlagi, nøkrum sum er trygt. Tey kristnu í Libanon síggja møguleikan, at fortelja teirra landsmonnum, um vónina í Kristus Jesusi. Eitt fólk í vónloysi leingist eftir vón. Í myrkum døgum vella lívgandi vitnisburðir fram frá trúgvandi systrum og brøðrum. Tey trúgvandi siga frá vónini í uppreisnini saman við Jesusi,sum tey síggja fram ímóti. Av somu orsøk heldur Sat7 arbeiðið í Libanon áhaldandi fram. Vónin og kærleikin vinna á hatrinum. Kristi kærleiki valdar teim trúgvandi í tjóðum og fólkasløgum, sum eru sameind til eitt í Kristi, hóast tey ikki kenna hvønn annan. Eisini gleðist eg um øll londini uttanfyri Miðeystur, sum tykkum her í Europa og øðrum londum, sum stuðla og biðja fyri okkum – haldi áfram, gloymi okkum ikki, tað lívgar, stimbrar og er til signingar fyri okkum. Biðið eisini fyri trygdini hjá øllum starvsfólkunum og at friður skjótt aftur má valda” sigur Rita at enda.  

LES EISINI  Forkunnug vitjan frá Sat-7 í Føroyum síðsta vikuskifti í apríl

Sat7 hevur sjónvarpstøðir í Istanbul, Beirut, Kairo og Kypros har Rita býr í dag. 

Frásøgn frá Sat7-fundi í Keypmannahavn 4.0kt.2024. Marjan Kass Nielsen

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina