Seinasta freist at tekna seg er fríggjadagin

 18. november verður aftur vælumtókta jólaborðhaldi fyri hjún. Seinasta freist at tekna seg er fríggjadagin 11. november. Í skrivandi stund eru bert 11 pláss eftir, so tað ræður um at skunda sær, um tit vilja vera vís í at fáa pláss.  

Ein spennandi skrá er sett saman, og verður tað heilt víst eitt gott og festligt kvøld.   

Hetta er tíggjunda ferð, at skipa verður fyri jólaborðhaldið fyri hjún, og kemur hetta eisini at seta sín dám á kvøldið.   

Ruth og Sólbjørn Thomsen koma at tosa um evni “Lívið saman – í viðgongd og í mótgongd”.   

Sangur frá Gadders og Lailu, Jóhannusi og Elly v/bólki.  

Tekning fer fram á mission.fo/tilmelding

LES EISINI  Eindin skipar aftur í ár fyri jólaborðhaldi – tilmeldingin letur upp næsta fríggjakvøld
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina