Seinasta kvøldmáltíðin á Skála

Meinigheitshúsið á Skála hevur seinastu árini skipað fyri døgurða aðru hvørja viku. Millum 60-150 fólk plaga at luttaka. Tað verður gjørt fyri at “lækka gáttina” inn í húsið, og ein andakt er hvørja ferð. Av og á kemur eisini onkur gestur at greiða frá, ella okkurt annað forvitnisligt er á skránni.

Í kvøld verður so síðsti døgurðin í ár. Umleið 130 fólk hava teknað seg, og løtan byrjar kl. 17:30. Undir døgurðanum í kvøld syngur Ovin Klein Olsen, og Símun Persson Jacobsen, prestur, hevur andakt. Eisini verður savnað inn til nýggja køksútgerð. Beint eftir tiltakið, kl. 19:00 kemur Blátt Gras, ið júst hevur givið nýggja fløgu út, at syngja og spæla.

LES EISINI  Sangur við Skálafjarðarbólki
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina