Seinasta Salt áðrenn summarfrítíðina
Salt er heitið á ungdómsarbeiðinum í Meinigheitshúsinum í Havn.
Hóskvøldið samlaðust á leið 40 ung til Salt. Á skránni var grill, sangur, andakt og spæl.
Hetta var seinasta Salt áðrenn summarfrítíðina, so nú byrjar summarskráin við heitinum “SummarSalt”.
“Vit hava sett eina summarnevnd, sum kemur at skipa fyri ungdómstiltøkum ígjøgnum summarið – meira “chill” ungdómsmøtir við hugna og eini andakt” sigur Jákup Brúsá, sum leiðir arbeiðið.
Á skránni verður millum annað filmskvøld, opið hús, grilling og gongutúrur.
Salt byrjar aftur mitt í august.