Seks hættir at vísa virðing fyri mannalívinum
Vit eru von at síggja lívið sum nakað heilagt og friðhalgað. Sum kristin hevur tað partvís verið grundgivið við bíbilsku hugsanini um, at lívið er ein heilag gáva frá Gudi. Ja, at eitthvørt menniskja er skapað í Guds mynd, bert eitt vet ringari enn Gud. Men meginreglan er til, tvørtur um allar trúarrætningar, og eisini menniskju, ið siga, at tey als ikki hava eina átrúnaðarliga sannføring, hava søguliga sæð havt líknandi áskoðan til lívið.
Tað hava sjálvandi verið skiftandi sjónarmið, sum heild hava menniskju í áratúsundir verið samd um, at meginreglan um, at lívið er friðhalgað, er gott. Kortini kunnu vit nú staðfesta eitt stórt lop í hesi gongd. Tey, ið siga JA til lívið, mugu tí vera til reiðar at stríðast fyri síni sannføring.
Í hesi grein koma vit við 6 hugskotum til, hvussu tú kanst vera við til at siga JA, við at sýna virðing fyri mannalívinum.
1) Verið “oyra-gløgg”
Nýt tínar pengar strategiskt. Eisini, hóast tað bert er talan um smápening. Nýt pengarnar at hjálpa smábarnafamiljum, ið eru fíggjarliga sperdar. Keyp ein pakka av blæum, hjálp við at rinda eina rokning ella gev eitt lítið tilskot til húsaleiguna.
Tú kanst til dømis byrja við at keypa eina suttufløsku og hava hana eftir sum sparikistil. Lat suttufløskuna minna teg á, at tað ikki altíð er lætt at fáa børn. Og als ikki, tá tey ikki eru ætlað. Fyll suttufløskuna upp við tínum smápengum og nýt pengarnar at hjálpa, har tørvur er fyri tí. Lat pengarnar fylgja tínum sjónarmiði. Um tú ert fyri lívinum, so má tín peningur tæna lívinum.
Og sært tú ein stóran tørv, so mást tú fara saman við øðrum og gera eina innsavnan. Men ofta eru tað teir smáu lutirnir, ið flyta mest. Gud hevur sín egna máta at fara við einum lítlum matpakka. Sjálvt nøkur fá breyð og fiskar gera undurverk í hondum hans.
At vera fyri lívinum snýr seg ikki bert um at mótmæla og skriva lesarabrøv. Royn og finn ymsar hættir at bjóða fram tín persónliga kærleika og stuðul til menniskju í neyð.
2) Lær tínar lóggevar væl
Finn út av, hvat er í váða, tá vit kjakast um evni sum aktiva deyðshjálp, fría fosturtøku, virðileika í eldrarøktini, tilflyting og upprunakyknugransking. Og syrg fyri, at tínir politikkarar eisini vita, hvat hetta snýr seg um.
Fyri nógvum árum síðani vóru danskir politikkarar við at samtykkja eina broyting í barnakekkinum(svarar til tann føroyska barnafrádráttin). Málið var at raka tilflytarar, sum politikkarnir meintu fingu ov nógv børn. Tí skuldi mann ikki kunna fáa stuðul til meira enn trý børn. Nógvar familjur stóðu fyri við hesum at koma í eina vanlukkuliga støðu frá dag til dags. Eg skrivaði millum annað til politikkararnar, og so fór eg út í staðbundnu fjølmiðlarnar við lesarabrøvum og luttøku í eini sjónvarpssending. Á sama hátt fingu nógv onnur fólk ávirkað politikkararnar og greitt teimum frá teimum trupulleikunum, teir vóru við at skapa fyri barnafamiljur um alt landið. Og í felag fingu vit greitt Fólkatinginum frá, at lógin í síðsta enda fór at skaða børn og beint ímóti málinum, føra til fleiri tilflytarar til Danmarkar, tá vit fara út at heinta fleiri í arbeiði, sum vit ikki longur høvdu føtt og uppfostrað sjálvi. So politikkararnir vóru við til at skaða børn og mótarbeiða teirra egnu málum. Tí gjørdist lógin aldri veruleiki.
Ver aktivur og tosa við tínar politikkarar. Syrg fyri, at teir kenna fakta og halt teir á røttu kósini.
3) Ver ein góður umsorganarpersónur
Lívið á hesi jørð er viðhvørt samanbundin við sjúku, pínu og einsemi. Her er tað gott at merkja, at onnur menniskju eru um okkum. Dagligu vitjanirnar frá professionellum og sjálvbodnum umsorganarpersónum er avgerandi fyri mong fólk. Og tað snýr seg ikki bert um praktiska hjálp til innkeyp av heilivági og uppvask, tað mest týðandi av øllum er ofta nærveran.
At fáa vitjan, merkir, at tey hava høvi at koma upp úr songini, og lata seg í pen klæði. Vitjan av einum persóni, ið sær meg, virðir meg, og kanska enntá er góður við meg, tað økir sjálvvirði og fremur eitt gott lív, sjálvt tá eg er sjúkur og í pínu.
Og tann praktiska hjálpin kann vera heilt avgerandi fyri menniskju, ið eru bundin at einum likami, ið ikki virkar. Nøkur menniskju er einsom. Tað er ein lívshættislig støða.
Í Danmark hevur Heilsustýrið sett tal á, hvørjar avleiðingar kunnu stava frá einsemi:
- Tað eru meira enn 23.000 eyka innleggingar millum persónar, ið eru einsamir í mun til persónar, ið ikki eru einsamir
- Læknar hava 400.000 eyka vitjanir hvørt ár orsakað av einsemi.(Tað er nærum 1.100 um dagin)
- Meira enn 800.000 sjúkradagar um árið vegna einsemi.
Tá vit halda fast um, at lívið er friðhalgað, og at virkin deyðshjálp eigur at verða bannað, so mugu vit eisini taka ábyrgd fyri teimum, ið hava tað truplast. Vit eiga at ganga á odda og vísa ein annan veg! Hetta gera vit best við at møta medmenniskju okkara, eins og Jesus vildi havt møtt teimum. Sjálvt í stríðnum við deyðan, mugu vit hjálpa teimum til at favna um lívið. Og fyrst og fremst mugu vit biðja Lívsins Harra um at senda okkum gleði, frið og frelsu til tann sjúka og doyggjandi.
Fevn leiklutin sum umsorganarpersónur. Far við teimum eldri og doyggjandi við størstu menniskjaligu samkenslu, og ver serliga ansin eftir teirra andaliga tørvi.
4) Vís teimum sannleikan
Mike og Maureen Nuzzi úr New Jersey byrjaðu fyri nøkrum árum síðani at kunna almenningin um menniskjaleikan hjá ófødda barninum. Tey gjørdu eina framsýning, sum tey nevna “Truth Booth”, ið kann setast upp í keypsmiðstøðum og vísa fýradimensionellar ultraljóðsvideomyndir av pinkubørnum í búkinum á mammuni. Tá fólk, ið fara framvið steðga á fyri at hyggja at myndunum, so eru kabinufólk har fyri at svara og veita holla hjálp og geva upplýsandi bókmentir á ein góðan og ikki konfronterandi hátt.
“Onki talar sum sannleikin, og hann kann ikki goymast longur,” segði Mike við NRLC News. “Vit eiga at nýta tøknina til at geva hesum pinkubørnum eitt andlit og ein samleika.”
Heimasíða teirra (www.truthbooth.org) gevur upplýsing og ráð um, hvussu ein kann gera ein Truth Booth í tínum egna øki.
Tað er av alstórum týdningi at hava so nógv fakta sum gjørligt, tá vit skulu taka støðu í einum máli. Eisini tá vit skulu taka støðu til fosturtøku. So kunnu vit taka støðu út frá einum upplýstum grundarlagi. Tað eg persónliga dámi væl við Truth Booth er, at tað er ein jalig herferð, ið sigur JA til lívið, heldur enn at siga nei til deyðan. Jaligt, satt samskifti kemur tú ofta langt við.
5) Lívið er heilagt, spjaðið orðið
Vegna vísindina kunnu vit nógv í dag, sum vit ikki kundu fyrr. Men nógv av hesi nýggju tøkni kemur við einum høgum prísi. Tað er gjørligt í dag at bjarga einum sjúkum barni við at klóna tað og taka úr tí eitt nú beinmerg úr eini klón, ið er ein genetiskt líkur bróður ella systur. Beinmergurin vil verða eitt fullkomið match. Men hvar er markið? Kunnu vit yvirhøvur loyva okkum at seta eitt annað menniskja í heimin við tí eina málinum, at lata eykalutir til eitt annað menniskjað? Gransking í upprunakyknur og menniskjaliga klóning opna upp fyri nýggjum møguleikum, men ofta verður tað við lívinum í váða, tá vit vilja bjarga lívum. Fleiri av hesum tøknum brýtur við meginregluna um, at lívið er friðhalgað og hevur sítt virði í sjálvum sær. Í staðin kann lív, ið er skapað við nýggjari framkomnari tøkni fáa virði alt eftir, hvussu góðir eykalutir, tey eru fyri onnur.
Tað er týdningarmikið, at vit bæði í orði og gerð breiða út boðskapin um, at lívið er heilagt og friðhalgað. Vit mugu taka støðu til tøknina og leita eftir vitan, so at vi kunnu seta orð á teir spurningar og vansar, hon fer at elva til, tá lívið ikki longur verður fatað sum friðhalgað.
6) Nýtið bønina ímóti tíðarrákinum
Fyri meg er eingin ivi um, at vit í løtuni hava nógv rák, ið eru í stríð við friðhalgan lívsins. Vit ferðast eftir míni metan móti eini øðrvísi lívsáskoðan, har lívið ikki longur hevur virði í sjálvum sær. Á alsamt fleiri økjum verða spurningar settir við fatan okkara úr farnum tíðum, at lívið ikki skal vanhalgast. Hesa síðstu tíðina hava vit kunnað fylgt kjakinum í Onglandi, har ein kristin mamma stríddist fyri at lata son sín liva, hóast læknarnir søgdu, at hann var heiladeyður. Tað var vónin hjá mammuni, at Gud fór at leggja upp í, eins og vit fyri nøkrum árum sóu í Danmark, har læknarnir høvdu uppgivið eina unga gentu, sum kortini tók øll á bóli við at yvirliva. Mamman í Onglandi varð við undirlutan í dystinum í rættarsalinum og læknarnir endaðu við at sløkkja fyri andatólinum, og drongurin doyði av manglandi ilt.
Eg taki ikki støðu í hesum ítøkiliga máli, men leggi mær tað í geyma, at hetta bert er tann seinasta í eini langari røð av málum, ið hava verið frammi í Onglandi hesi seinnu árini. Tað tykist vera eitt rák at hóma nú, har mann ikki longur vil varðveita lívið fyri ein og hvønn prís. Tað kann komast av tí, at kostnaðurin peningaliga gerst ov høgur. Tað verður sostatt dómstólurin, ið skal taka støðu til, hvør ið skal hava loyvi framhaldandi at liva, og hvør skal doyggja. Og tær fyrstu ensku royndirnar eru, at markið alsamt og spakuliga førkar seg. Tað gerst lættari og lættari at lata fólk doyggja.
Settur yvirfyri slík ógvuslig tíðarrák, kunnu vit kenna okkum máttleys. Men tað er týdningarmikið, at vit tosa við okkara himmalska Faðir um teir trupulleikar, vit møta.
Lat okkum minnast til at “bardagi okkara er ikki móti blóði og holdi, men móti valdunum, móti ráðunum, móti heimshøvdingunum í hesum myrkri, móti andaherliðum illskaparins í himnarúmdum.” Og at vit “við allari ákallan og bøn biðja eina og hvørja tíð í andanum og eru árvaknir til tess við øllum áhaldni og bøn fyri øllum hinum heilagu,” Ef.6,12+18
Bøn teirra trúgvandi hava ein øgiligan mátt, sum vit ikki mega undirmeta. Bønin er okkara sterkasta vápn í stríðnum fyri lívið. Gud hoyri bønirnar og hann stendur altíð við lið hins veika. Hann kann broyta okkara fatan av okkum sjálvum og teim menniskjum, vit ferðast ímillum. Hann kann læra okkum at elska lívið, okkara medmenniskju og okkum sjálvi.