Send honum boð

“Jesus sigur við hana: “Segði eg tær ikki, at um tú trýrt, skalt tú síggja dýrd Guds?” (Jóh 11,40)

Sverri Kass skrivar:

Tað er Jesus, sum er komin inn í Betániu. Boð vóru eftir honum, tí menniskju vóru í neyð og bóru ótta fyri einum av sínum nærmastu.

Hann var nú ikki hvør sum helst, Jesus úr Nasaret. Tær, Marta og Maria, høvdu hoyrt um hann, ja, verið saman við honum. Sagt varð um hann, at hann var hitt sanna ljósið, ið komið var í heimin. Jesus royndi at sannføra jødarnar og onnur um, at hann veruliga var Kristus – Guds sonur. Sjálvur sigur hann um seg sjálvan:

“Eg eri lívsins breyð. Tann, sum kemur til mín, skal ikki hungra, og tann, sum á meg trýr, skal aldri tysta” (Jóh 6,35).

“Er nakar tystur, tá komi hann til mín og drekki!” (Jóh 7,37)

“Eg eri ljós heimsins. Tann, sum fylgir mær, skal ikki ganga í myrkrinum, men hava lívsins ljós” (Jóh 8,12).

“Eg eri hin góði hirðin” (Jóh 10,14).

Doyparin sigur um hann:

“Sí, Guds lambið, sum ber synd heimsins!” (Jóh 1,29)

Tað er henda Jesus, tær senda boð eftir.

 

Send honum boð, tí Harra Jesus Krist,

sum frelsa kann og veita sálum vist!

Hann, sum á fold av Gudi sendur var,

send honum boð, og frið hann veitir tær!

 

Send honum boð, tá hjálp tær tørvar her,

á myrku stund hann fegin ljós tær ber!

Tá onga leið títt eyga meir kann sjá,

send honum boð, og brátt er hann tær hjá!

 

Send honum boð, tá ivandi tú er,

ein stund hjá honum – allur ivin fer!

Tá leiðin tín um táradalin lá,

send honum boð, og hjálp tú brátt skalt fá!

 

Send honum boð, tá sorgin nívir teg,

alt vónleyst er, tú hómar ongan veg!

Tá trúgvin glapp á allar lutir her,

send honum boð, sum lívsins trúgv tá ber!

 

Send honum boð ta vøkru gleðitíð,

tá byrur ber, og eydnan brosar blíð!

Tá dagur aftnar yvir deyðans dal,

send honum boð, sum altíð alt ger væl!

(MS nr. 256)

 

Harri, hevði tú verið her

Lázarus, bróðir Mariu og Martu, var vorðin sjúkur, og hesin man hava møtt Jesusi fyrr, tí tær senda boð til Jesus og siga: “Harri, sí, tann sum tú elskar, er sjúkur.” Jesus tekur sær góða tíð, ov góða tíð, hevði onkur sagt, steðgar á í tveir dagar og setir síðan kós ímóti Betániu.

Í hesum tíðarbili doyr Lázarus. Fólk møttu upp at gráta saman við systrunum. Hann varð jarðaður, steinur settur fyri gravarmunnan, og eftir sótu systrarnar tyngdar av sorg og sakni.

Báðar siga við Jesus, tá hann at enda kom til teirra: “Harri, hevði tú verið her, tá var bróðir mín ikki deyður.”

Rætt høvdu tær í hesum, tí at um Jesus kom fyrr, hevði hann kunnað grøtt hann, sum hann so mangan hevði gjørt við onnur; men Gud vildi nakað meira við hesum. Hann vildi sláa fast, hvør ið Kristus var, at hann ikki einans gav svongum mat og tystum vatn ella grøddi sjúk; men at hann hevði fingið alt vald, ja, enntá yvir lívi og deyða. Stillisliga sigur hann við Martu: “Eg eri uppreisnin og lívið; tann, sum trýr á meg, skal liva, um hann so doyr.”

Øll tóku feil

Øll skriftin vitnar um, at menniskjur í sær sjálvum ikki fáa so lætt eyga á Jesus, á Jesus sum Guds son. Lærusveinarnir royndu at vekja Jesus í bátinum, ruska í hann, Jóhannes fór at ivast, um Jesus nú var hann, ið koma skuldi, og Marta og Maria hildu, at Jesus kom ikki til tíðina.

Øll hesi tóku feil. Hann er Guds sonur, hann fylgir við í hvørji neyð og hvørjum hjálparloysi, menniskju eru stødd í. Varðmaður Ísraels svevur og blundar ikki, og hann kemur í sínum tíma.

Í sorgini verða eygu okkara døpur – vit síggja, hann er deyður. “Harri, hann dampar longu”. Vit síggja hitt kalda hellið. Vit síggja steinin, sum er veltur fyri gravarmunnan, vit hoyra grát og eymkan.  Vit síggja enntá Jesus, timburmannin úr Nasaret, men fáa ikki rættiliga eyga á Jesus sum Kristus, son Guds.

Tilvildin tykist ráða

Í okkara eygum tykist tilvildin at ráða. Vit síggja mangan í skriftini tilburðir, sum í fyrstu atløgu tóktust meiningsleysir, men sum longur frammi málaðu eitt mynstur, har Harrans hond kom til sjóndar. Hugsa um Jósef, sum av brøðrunum varð koyrdur í ein brunn, seldur sum trælur til Egyptalands, kom sær nakað fram, tí Harrin læt alt eydnast hjá honum, meðan hann tænti Potifar lívvarðarhøvdinga Fáraos. Stutt eftir verður Jósef aftur settur í myrkustovu, tá ið kona Potifar sveik hann snildisliga. Seinni aftur kemur Jósef heilt á ovastu rók, ta ferðina hann týddi dreymar Fáraos. Jósef kom tá á tað plássið, Gud hevði ætlað honum líka frá byrjan.

Á sama hátt við Jesusi. Tey væntaðu nógv av honum. Pálmagreinar vórðu lagdar á vegin. Hann hevði útint nógv stór undur, men so við eitt verður hann tikin, húðflongdur, áspýttur, spottaður, dømdur og negldur á ein kross, og fólk, sum gingu framvið, háðaðu hann. At síggja til er stórtap í hendi, eingin merkisverd løta fyri allan mannaheimin, hann doyr, hjartkiptir lærusveinar, brostnar vónir, og tó, júst í hesi løtu, grípur Harrin inn, sum ongantíð áður. Í hesi myrku løtu vinnur lívið á deyðanum. Deyðin var uppslúkaður í sigur.

Sóu ikki, og trúðu tó

Inn í eina slíka myrka og tunga støðu kemur Jesus henda dagin. Hann ræðist ikki myrkrið, hevur seg ikki undan, men kemur til grøvina og sigur: “Takið steinin frá!”

Marta, sum annars væntaði nógv av Jesusi, undrast: “Harri hann dampar longu, tí at hann hevur ligið har fýra dagar.” Tá er tað, Jesus vinarliga sigur við hana: “Segði eg tær ikki, at um tú trýrt, skalt tú síggja dýrd Guds?” Seinni rópti Jesus við harðari rødd: “Lázarus, kom út higar!” Og út kom hin deyði, bundin á fótum og hondum við líkverju, og sveittadúkur var bundin fyri andlitið á honum. Jesus segði við teir: “Loysið hann og latið hann fara!”

Mong høvdu verið saman við Jesusi. Tey vistu, at Jesus var eitt gott fólk, ein sum gekk umkring og gjørdi væl, mettaði svong á undursaman hátt og grøddi tey sjúku, ein so, annan so. Har vóru ikki mong, sum skiltu Jesu høvuðsuppgávu at líða, doyggja og at rísa upp fyri allar heimsins syndir. Sjálvt hansara egnu lærusveinar skiltu lítið av hesum.

Jesus vísir henda dag eisini fram til sítt egna verk, og at hann hevur alt vald, ja, skal vinna á deyða og djevli.

Tað er í hesi kraft, Jesus keypir allan mannaheimin leysan, so at ikki einans Lázarus, men at “ein og hvør, sum trýr á meg skal liva, um hann so doyr”.

Mangir av jødunum trúðu nú á hann, men Jesus segði einaferð við Tummas: “Av tí at tú hevur sæð meg, hevur tú trúð. Sælir eru teir, sum ikki sóu, og trúðu tó!” (Jóh 20,29)

Heimsins fólk, gleð teg og syng tínum drotti at prísa,

hann móti ljósi tær beinasta vegin vil vísa,

leiðir tín fót,

gevur tær megi og mót,

myrkasta skot upp kann lýsa.

(MS nr. 107)

 

Greinin varð prentað í Trúboðanum nr. 1/2015