Seniorháskúli – Bíbliuskeið hjá Háskúlanum í Nesvík

Háskúlin í Nesvík bjóðar á tvey senior/pensionista skeið. Fyrra skeiðið verður hildið 30. januar til 1. februar, og seinna skeiðið verður hildið 1. til 3. februar.

Skeiðini eru eins, og tey vera í Nesvík. Jógvan Højgaard, Torleif Johannessen, Ólavur Jacobsen og Pól Johannessen koma at undirvísa um ymisk evnir. Eisini verður áhugatími við Marjun Lómaklett integratiónspresti, útferð við Pól Johannessen, og mangt annað á skránni.

Til ber at fáa meira at vita og melda seg til á www.hin.fo/seniorhaskuli-bibliuskeid ella við at ringja til Háskúlan í Nesvík á tlf. 470001.

LES EISINI  Olga Magnussen nýggjur skúlaleiðari
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina