Spennandi tiltak um fosturtøku mánadagin
Háskúlin í Nesvík skipar fyri tiltaki, í Auluni í Finsen nú mánadagin, 21. nov frá 19-21:30
Háskúlin hevur áður havt líknandi tiltak, undir heitinum “Trúgv og Samfelag: Átrúnaður í almenna rúminum”. Hesuferð er tað fosturtøka, ið er á breddanum. Tá tað um fosturtøku ræður, verður aloftast rópt úr skotgravunum, og fá – um nakar – hoyrir nakað. Svarini tykjast skjóttsøgd, frágreiðingarnar fáar og valla slepst niður í dýpd. Trúgv og samfelag er tiltak har tíð er at tosa. Í hesum føri um fosturtøku og lóggávu í hesum sambandi.
Tí spyr Háskúlin í Nesvík: Hvat sigur læknin um fosturtøku? Hvat sigur presturin? Og fosturtøkulógin, er hon ein avoldað sak, sum eigur at verða dagførd? Um ja, hvussu? Um nei, hví ikki?
Diana Reynstind og Jonhard Jógvansson, hava hvør sín stutta fyrilestur og eftir drekka, verður politiskt orðaskifti, har Bill Justinussen, Sirið Stenberg og Uni Rasmussen luttaka.
So vælkomin til Trúgv og Samfelag: Fosturtøka og Lóggáva
- Mánakvøldið 21. novembur
- Aulan í Finsen, Tórshavn.
- Tiltakið er ókeypis