Seniorháskúli – Bíbliuskeið hjá Háskúlanum í Nesvík

Háskúlin í Nesvík bjóðar á tvey senior/pensiónista skeið. Fyrra skeiðið verður hildið 30. januar til 1. februar, og seinna skeiðið verður hildið 1. til 3. februar.

Skeiðini eru eins, og tey vera í Nesvík. Millum evnini, ið verða á skránni, eru “Fillippibrævið”, “Hvussu leiðir Jesus” og “Blívi eg ríkur ella fátækur av at geva til Guð”. Undirvísarar vera Jógvan Højgaard, Torleif Johannessen, Ólavur Jacobsen og Pól Johannessen.

Til ber at fáa meira at vita og melda seg til á hin.fo ella við at ringja til Háskúlan í Nesvík á tlf. 470001.