Serlig gudstænasta í Glyvra kirkju

Í morgin, sunnudagin 20. novembur kl. 11, luttekur Føroyska Bíbliufelagið á gudstænastuni í Glyvra kirkju, har Jógvan Fríðriksson biskupur prædikar og Bergur D. Joensen hevur gudstænastuna.

Kunnað verður um Bíbliufelagið og høvið verður at hitta stýrið aftaná gudstænastuna. Føroyska Bíbliufelagið er felagskirkjuligur felagskapur, við umboðum úr flestu kirkjum og samkomum í Føroyum. Endamálið er at útgeva og útbreiða Bíbliuna og bíbilskt tilfar, til allar føroyingar, so øll skulu hava møguleika at lesa Bíbliuna. Arbeiðið hjá Bíbliufelagnum verður fíggjað av stuðlum og gávum.

Í løtuni arbeiðir Bíbliufelagið við nýggjari Bíbliuútgávu, sum Hans Jacob Joensen, fyrrverandi biskupur og David Johannesen hava umsett. Hetta er fyrsta bíbliuumsetingin úr grundmálunum, síðani 1961. Arbeitt verður eisini við at endurskoða Nýgga Sáttmálan, ið er gerandismálsútgáva av nýggja testamenti.

Sum nakað heilt nýtt, er Spírar, ið ger talgilt barnartilfar á føroyskum, nú eisini partur av Bíbliufelagnum. Her er nógv spennandi í ger, so øll føroysk børn, kunna síggja gott føroyskt tilfar á netinum. Føroyska Bíbliufelagið stuðlar eisini bíbliuútgávu í øðrum londum, so hesi kunna lesa Bíbliuna á sínum egna máli.

LES EISINI  Lívligur sangur á missiónsvikuni

Stuðul verður m.a. veittur til sjónvarpsrásina Sat 7, ið ger kristiligar og útbúgvandi sendingar, ið síggjast í stórum parti av Miðeystri.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina