Serligt Lina Sandell-møti í Klaksvík í kvøld
Á møtinum í KFUM & K í Klaksvík í kvøld verður serliga nógv gjørt burturúr svensku Linu Sandell (1832-1903), ið yrkti hópin av andligum sangum. Tað eru børn, verbørn og barnabørn hjá Jastrid og Jósvein Østerø, ið syngja, spæla og greiða frá.
Lina Sandell var stóri yrkjarin í svensku vekingunum miðskeiðis og seint í 19. øld. Saman við vøkru løgunum tóku fólk veruliga sangir hennara til sín, og líka síðani hava teir verið elskaðir og sungnir um allan heim fyri sín evangeliska, inniliga, einfalda og troystarríka boðskap. Sangir sum “Ongum er so trygt at fara”, “Bert ein dag, eitt bil í senn eg fái” og “Breið tínar náðiveingir” eru millum teir kendastu, men hópin av øðrum sangum eru týddir til føroyskt.
Tað er ikki av tilvild, at tað eru eftirkomarar hjá Jastrid & Jósvein Østerø, ið syngja og spæla, tí Jastrid var sera glað fyri sangirnar hjá Linu Sandell. Tá Malan Østerø, kona beiggja Jósvein, var sjúk í 2001, gav Jastrid henni bókina “Blott en dag” um lív Linu Sandell. Malan fór seinni undir at týða bókina, sum Astri Valen-Sendstad hevði skrivað, og á føroyskum fekk hon heitið “Lina Sandell – eitt skaldalív til Harrans æru”.
Á møtinum sunnukvøldið greiðir Hilmar Danielsen fyrst stutt frá tilknýtinum millum Linu Sandell og Jastrid, áðrenn nakrir av sangum hennara verða sungnir. Talan verður bæði um solosang og kórsang frá familjuni. Øll eru hjartaliga vælkomin.