Síðsta kæra frá deyðadømdari konu viðgjørd í hægsta rætti í dag
PAKISTAN: Aftaná at hava sýtt fyri tí leingi, viðger hægsti rættur í dag, 8. oktober, síðstu kæruna um deyðadómin yvir kristnu Asia Bibi. Tríggir dómarar skulu viðgera kæruna, sum snýr seg um at ógilda deyðadómin.
Asia Bibi er kristin, gift og mamma til fimm børn. Í juni 2009 varð hon ákærd fyri rituelt at hava dálkað drekkivatnið hjá muslimum og fyri at hava talað ímóti Muhammedi. Hon hevur sitið í fongsli síðani, og í 2010 varð hon dømd til deyða fyri gudsspottan.
Hvassar atfinningar eru ímóti blasfemilógini í Pakistan, sum er lætt at misnýta í persónligum ósemjum, ið sum so einki hava við átrúnað at gera. Stuðlarnir hjá Asia Bibi hava allatíðina fasthildið, at hon er ósek, og umframt undirskriftsinnsavningar kring allan heim, hava politikarar í fleiri londum og eisini pávin heitt á Pakistan um at lata hana leysa.
Fleiri leiðandi politikarar í Pakistan eru dripnir, tí teir hava talað søkina hjá Asia Bibi, millum annað fyrrverandi guvernørurin í Punjab, Salman Taseer, sum varð dripin í 2011.
Maður Asia Bibi, Ashiq Masih, hevur nýliga greitt frá, at heilsustøða hennara ikki hevur verið góð seinastu tíðina. Tað ljóðar eisini, at hon líðir bæði av tunglyndi og byrjandi demensi av mongu og hørðu árunum í varðhaldi, atskild frá manni og børnum.
Stuðlarnir hjá Asia Bibi vórðu bjartskygdir, tá teir sóu nøvnini á teimum trimum dómarunum í hægsta rætti í dag. Samstunids er hetta síðsti kærumøguleiki hjá Asia Bibi, sum eisini hevur verið innstillað til friðarheiðursløn Nobels fyri arbeiði sítt fyri talu- og trúarfrælsi í Pakistan. Heldur hægsti rættur fast við deyðadómin – og um heldur ikki forsetin í Pakistan velur at miskunna henni – verður hon fyrsti persónur í Pakistan, sum verður avrættaður eftir nógv útskeldaðu blasfemilógini.
Fleiri kristiligir felagsskapir kring heimin, sum gera vart við korini hjá teimum, ið verða forfylgd fyri sína trúgv, heita á kristin um at biðja fyri Asia Bibi, familju hennara, stuðlum og dómarum.
Keldur: British Pakistani Christian Association og Open Doors