Síðsti møguleiki at leiga Leguhúsið í Nesvík.

So hvørt sum avmarkingarnar fyri at møtast verða avtiknar, er lív komið aftur í Leguhúsið í Nesvík. Ja, tað er við at vera síðsti møguleiki, um ynskið er at leiga Leguhúsið eitt vikuskifti í 2021.

Jól í Nesvík?

Tað eru einans trý tøk vikuskifti eftir í ár, og øll eru í desember. Vikuskiftið 24.-26. desember er tøkt, so tað ber til at halda jól saman við allari familjuni í Nesvík. Tað er í øllum førum pláss fyri einum risastórum jólatræi, sum børn og barnsligar sálir kunnu gleðast um. Vikuskiftini 10.-12. og 17.-19. desember eru eisini tøk.

Fyrra hálvár 2022 eru fimm vikuskifti tøk. Um tað er áhugi at leiga Leguhúsið, so er at skunda sær, tí vit fáa nógvar fyrispurningar.

LES EISINI  - Nýggja høllin er lekkur!
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina