Sigvald verður nýggjur húsavørður í Leguhúsinum í Nesvík

Týsdagin í næstu viku byrjar Sigvald Zachariasen úr Streymnesi í starvi sum húsavørður í Leguhúsinum í Nesvík fulla tíð. Tríggjar umsóknir vóru til starvið. Sigvald avloysir Jens Paula í Dali, ið hevur verið húsavørður seinastu fýra árini, og sum nú gevst av heilsuávum. Jens Pauli hevur tó játtað at halda fram til hálvan november, tí nógv er at seta nýggja húsavørðin inn í.

Sigvald Zachariasen er 56 ára gamal og útlærdur elektrikari. Umframt at arbeiða sum elektrikari, hevur hann eisini smíðað fitt. Sigvald hevði egna fyritøku í tíggju ár, og seinastu seks árini hevur hann arbeitt hjá El Neti í Havn.

Sigvald er giftur við Anvør, og tey eiga tveir synir og eina abbadóttir. Hann byrjar sum nevnt í starvinum í næstu viku.

Vegna Kirkjuligu Heimamissiónina og Leguhúsið takkar Andrias Magnussen, aðalskrivari, hjartaliga Jens Paula fyri gott arbeiði hesi seinastu fýra árini og ynskir honum og konuni Doris Guds signing og alt gott í komandi døgum.

LES EISINI  Leygardagin 10. juni verður árligi arbeiðsdagurin í Leguhúsinum í Nesvík
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina