Siloa og Thabor 100 ár í ár

Sunnudagin 1. septembur 2024 verður forkunnugt tiltak og sangløta í Mentanarhúsinum í Fuglafirði kl. 17.00.
Í ár eru 100 ár síðani, at húsini Siloa og Thabor blivu bygd. Síðani tá hevur Siloa bygt nýggj hús, og Thabor bleiv útbygt í 1979.

Á tiltakinum sunnudagin fara Jógvan á Lakjuni og Kristian Martin Petersen at halda hvør sín fyrilestur um virksemið og søguna í hjá báðum samkomunum. Uml. kl. 18.00 bjóða tey ein drekkamunn, og so so verður “Syngið við” sangløta við andakt.

LES EISINI  Missiónsarbeiðið í Rituvík 100 ár á baki
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina