Silvitni: Eitt fjós og ein krubba

Hendan kongaliga trónuhøll er løgin. Her eru ongi prýðisteppi, sum fjala vindeyguni. Ongar gardinur úr fínasta floyal. Í staðin fyri ein gyltan kongastav, so heldur barnið eini ranglu, sum er skorin úr oljutræi.Tað hoyrast undarlig ljóð í hesum hovi. Kýr belja, hógvar skava, ein mamma murrar og gevur nýføðinginum bróst.

Søgan um kongin kundi verið byrjað allastaðni. Men, so undarligt tað er, so byrjar hon í eini krubbu. Stíg inn um gáttina, hygg inn ígjøgnum vindeyga.

Hann er her!

Max Lucado

Soleiðis skrivar Max Lucado í innleiðingini til andaktina “It Began in a Manger”  – Tað byrjaði í einum fjósi.

Og í tí fyrstu av trimum upptøkum við kórinum Silvitni vilja vit eisini byrja við einum fjósi og einari krubbu. Tí her møtti himmalsins kongasonur nøkrum hirðum. Han kom til teirra, og møtti teimum á teirra heimavølli.

Hann kom fyri…

at lívbjarga okkum úr vanda og neyð,
so vit kunnu liva, tá vit eru deyð.
Eg síggi, hann smírist bak stjarnanna fjøld,
Har savnar hann børn síni øld eftir øld.
LES EISINI  Videoadventskransurin: Gleði
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina