Sjómanskvinnuringarnir um landið stevna aftur saman

Vikuskiftið 3.-5. mai verður aftur landsstevna í Leguhúsinum í Nesvík fyri mongu sjómanskvinnuringarnar í landinum. Hetta er árliga høvið hjá hesum trúgvu stuðlunum hjá sjómansmissiónini at hoyra tíðindi frá arbeiðnum, uppbyggja hvør aðra og hugna sær saman.

Í fjør varð serliga nógv gjørt burturúr landsstevnuni, tí tá vóru 100 ár liðin, síðani farið varð undir skipað sjómansmissiónsarbeiði í Føroyum. Men í grundini verður heilt fitt gjørt burturúr hvørt ár, og nógvar kvinnur gleða seg til hesar dagarnar.

Lagt verður fyri fríggjakvøldið 3. mai við nátturða, og klokkan 20 verður stevnan sett. Síðani seinastu landsstevnu er Ólavur Jacobsen byrjaður í starvi sum trúboðari í og út frá sjómansheiminum Ørkini í Reykjavík, og hann sigur frá arbeiðnum har yviri. Streingjakórið á Argjum syngur.

Eftir morgunmatin leygarmorgunin er leiðarafundur, har Sigrun Heldarskarð sigur frá um nærsambond. Eitt sera viðkomandi evni, sum Sigrun dugir væl at greiða frá. Seinnapartin er medarbeiðarafundur um samskifti, har landstoymið fyri sjómansmissiónina verður við, og tað verður frítt orðaskifti um arbeiðið.

LES EISINI  Forvitnislig bók um søguna hjá Sjómansmissiónini

Leygarkvøldið er hugnaligt veitslukvøld, har millum annað sjómaður og sjókona siga frá, og manskórið í Rituvík syngur.

Síðsti dagur á stevnuni er sunnudagin. Tá verður altargangsgudstænasta í Kirkjuni við Norðskála við Øssuri Kjølbro, og eftir døgurðan verður endabrestur, har Andrias Magnussen talar, og Jógvan og Jákup Suni syngja.

Stevnan kostar 500 krónur. Gisting kostar 240 krónur.

Tekningarfreist er mánadagin 23. apríl hjá bygdarforkvinnuni ella hjá Torleifi Johannesen, sjómanstrúboðara, á tel. 229024 ella torleif@mission.fo

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina