Sjónvarpsvertur bað í beinleiðis sending
2. jóladag skrivaðu vit, at ein kvinna í Norðurírlandi varð handtikin fyri stillisliga at biðja á almennum staði. Øðrvísi sær út í USA, har tjóðin samlast í bøn eftir at Damar Hamlin fekk hjartastøðg mitt undir dystinum í amerikanskum fótbólti mánakvøldið. Hann kom aftur til lívs á vøllinum, men er framvegis í lívsvanda.
Liðið, sum Damar Hamlin spælir fyri, Buffalo Bills, hevur sagt, at tey trúgva á Gud og eggja øllum at biðja fyri Damar Hamlin. Longu meðan sjúkrabilurin koyrdi av vøllinum sóust spælarar og venjarar samlast í bøn fyri teir liðfelaga.
Í gjár tók verturin hjá ESPN, Dan Orlovsky, stigið víðari í beinleiðis sjónvarpssending. Hann segði, at øll tosa um at biðja fyri Damar Hamlin, “men nú fari eg at biðja.” Hann greiddi frá, at hann fór at leggja hendurnar saman, boyggja høvdið og biðja Gud um at hjálpa Damar Hamlin at blíva frískur.
“Gud, vit koma til tín í hesi tíð, sum vit ikki skilja og sum er trupul, tí vit trúgva, at tú ert Gud og at tað hevur ávirkan, tá ið vit koma til tín í bøn,” segði Orlovsky.
Hendingin sæst í videonum.