Skeiðsluttakarar keyptu 6000 litrar av olju

Í síðstu viku kunnaðu vit á Trúboðanum um, at høgu oljuprísirnir í ár hava stóra ávirkan á ársroknsskapin hjá Heimamissiónini. Men tíbetur eru nógv, sum hava eitt stórt hjarta fyri Leguhúsinum og tí missión, sum verður gjørd í og ígjøgnum arbeiðið í og út frá húsinum. Í vikuskiftinum var bíbliuskeið í Nesvík, og har gjørdu bæði luttakarar og tey, sum vóru á felagsungdómsmøtið leygarkvøldið, nakað við málið.

– Fólk fóru djúpt í lumman og Gud signaði. Tað sigur aðalskrivarin Andrias Magnussen, og heldur fram: – Tilsamans komu meir enn 70.000 kr. inn leygardagin. Hetta er ein lítil triðingur av tí, sum vit hava tørv á.

Nógvu pengarnir vórðu innsavnaðir eftir fáum tímum leygarkvøldið, tá ið fólk stóu í kø við kortterminalarnar fyri at stuðla. Tað var rørandi at síggja, hvussu fólk vildu stuðla Leguhúsinum og góvu stórar og smærri upphæddir av einum glaðum hjarta.
Út yvir tær 70.000 kr sum vóru latnar á bíbliuskeiðnum eru seinastu dagarnar eisini givnar 58.000 kr í bankaflytingum.

LES EISINI  Hjúklað um Leguhúsið í Nesík

– Hesir pengarnir hita ikki einans Leguhúsið. Man verður eisini heitur um hjarta av at møta tílíkum stuðli, sigur Andrias Magnussen.

Um tú hevur hug og kall til at stuðla, so hevur tú framvegis møguleikan. HER kanst tú keypa olju til Leguhúsið. Tú kanst velja ímillum 10, 30 ella 50 litrar.
Heimamissiónin takkar hjartaliga fyri hvørja gávu, sum verður givin.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina