Skrá og kunning fyri bíbliudagin 29.august

Sum fyrr lýst her á trubodin.fo, so verður ein Bíbliudagur í Leguhúsinum í Nesvík leygardagin 29. august.

Skráin fyri henda spennandi og innihaldsríka dagin er nú klár. Hon inniheldur tríggjar felagstímar og fýra áhugatímar, har luttakararnir kunnu velja seg inn á tríggjar. Dagurin endar við spurnartíma og sangløtu.

Dagurin kemur ístaðin fyri árliga Bíbliuskeiðið, sum skuldi vera 27.– 30. august, men sum vegna koronatilráðingarnar ikki kann vera.

Sum skráin sigur, so byrjar dagurin við felagstíma kl.09.30 og endar við sangløtu umleið kl. 21.00. Harafturat verður drekka, døgurði, nátturði og
góð samvera.

Vegna koronatilráðingarnar sleppa bara 100 fólk til Bíbliudagin.

Tilmelding: Á Tilmelding.fo ella við at ringja til skrivstovuna í Nesvík tel.470000. Kostnaður: 350 krónur.

Tilmelding krevst – eisini um tú bert ætlar at vera ein part av degnum.

Sí skránna niðanfyri:

9.30: Dópur og trúgv v/ Ova Brim

10.15: Drekka

10.45: Fyltur av Andanum v/ Derhard Jógvansson

11.30: Bólkaprát

12.00: Døgurði

LES EISINI  VIDEO: Samrøða við Dánial Olsen

14.00: Áhugatímar

15.00: Drekka

15.30: Áhugatímar

16.45: Áhugatímar

18.00: Nátturði

19.00: Spurnartími og sangløta

21.00: Liðugt

Áhugatímar:

1. Bøn og salving av sjúkum. v/Torleif Johannessen

2. Kynsfatan. v/ Jákup E. Petersen

3. Spiritualitetur v/ Havstein Klein

4. Serstøða Ísraels v/ Jóhan Henriksen

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina