Skuldu til Ísraels, komu til Føroyar

Børkop Háskúli ella Bíbliuháskúlin hjá donsku Heimamissiónini vitjar í Føroyum í hesum døgum. Skúlin, sum vanliga verður róptur IMB (Indre Missions bibelskole), har fleiri føroyingar hava gingið, er ein fjølbroyttur skúli við ymiskum tilboðum bæði til ung og eldri.

Á sínum fimm mánaða skeiðum, ger skúlin eina uttanlandsferð. Um heystið eru tey vanliga í Ísrael í 10 dagar og um várið eru tey tvær vikur í Etiopia. Støðan við koronu hevur ført við sær, at tey sluppu ikki til Ísraels. Onnur lond vóru uppá tal, men trupulleikar við koronu ávirkaðu allastaðni. So var kannað, um gjørligt var at koma til Føroyar, og tað eydnaðist. Gott 60 næmingarnir og tveir lærarar komu týsdagin og búgva í Leguhúsinum í Nesvík. Næmingarnir hava líkasum verið í sóttarhaldi á skúlanum áðrenn tey komu og vóru kannaði við komu. Tey fingu at vita, at øll í flúgvaranum vóru negativ.

Ferðalagið hevur vitjað nøkur støð og gjørt nakrar útferðir. Í gjár vóru tey í Gøtu kirkju í Fuglafirði og á Toftum. Á Toftum fingu tey møguleika fyri at síggja, hvussu ein seyður verður flettur. Arnfinn og Elsebeth Johannesen, fluttu flettiborðið út í túnið og flettu eitt veðurlamb. Áhugin var stórur, hóast onkur helt fyri eyguni, tá lambið var skotið og stungið. Løtan var góð og áhugaverd og fleiri spurdu ymiskt um seyð og um dráp av seyði. Aftaná gekk leiðin inn í Navia, har tey fingu kunning um ull og hagreiðing av henni. Í dag er ferðalagið í Klaksvík, har tey millum annað skulu gongutúr í hagan.

Í kvøld hava tey møti í Leguhúsinum, sum verður stroymt á trubodin.fo kl.21.00

Ætlanin hjá teimum var at vitja kirkjur og ungdómsfundir, men vegna koronu, er hetta ikki so einfalt. Ferðalagið steðgar í 10 dagar. Ynski teirra, er at møta Føroyum og føroyingum og vónandi fer tað at eydnast. Meiri fæst at vita um bíbliuskúlan á  www.imb.dk

LES EISINI  Tað er nú, tú skalt fara á bíbliuskúla!
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina