So er ársroknskapurin fyri 2019 klárur.

Í vár skuldi ársroknskapurin hjá Heimamissióniniverið borin fram á tí árliga ársmøtinum í Nesvík. Men sum alt annað varð møtið útsett, og harvið eisini endaligi roknskapurin fyri 2019. Nú er roknskapurin til reiðar, og verður hann lagdur út her á Trúboðanum og á www.mission.fo

Ársroknskapurin 2019 vísir eitt yvirskot á 589.349 krónur. Í mun til 2018, er tað ein stór framgongd á 180.000 kr. Har ímillum eru tær føstu gávurnar í tíðarskeiðnum hækkaðar 10%, og tað eru vit sera takksom fyri.

Ein støðugur óstøðugur roknskapur.

Heimamissiónin er ein rørsla í rørslu, og tí er torført at meta, hvussu ein vanligur ársroknskapur sær út. Aftur og aftur ávirkast roknskapur av, at okkurt nýtt legst afturat ella annað broytist. 2019 var heilt víst eingin undantøka, og serliga vóru tað tvær broytingar, ið ávirkaðu úrslitið.

Fyri tað fyrsta broyttist Trúboðin til ein ókeypis netportal. Hetta hevði við sær, at man spardi eina rúgvu av útreiðslum, sum fóru til at printa og senda bløðini út. Tað gjørdi so eisini, at man misti nógvar inntøkur frá haldarum og reklamum. Trúboðin arbeiðir tó við at fáa fastar avtalur og stuðlar. Vónin er, at fleiri vilja geva eina mánaðarliga upphædd til Trúboðan, sum í løtuni er ígongd við at menna og betra pallin á ymiskum økjum. Hvønn dag royna vit at gera Trúboðan meir til ein miðil, sum bæði kann samla okkum um okkara felagsmissión, og samstundis kann náa menniskju, sum enn ikki hava hoyrt evangeliið.

LES EISINI  Stórmøti - ársmøti leygardag

Fyri tað næsta, varð ársroknskapurin ávirkaður av, at sethúsini í Hovi, sum Heimamissiónin fekk í gávu fyri nøkrum árum síðani, nú eru seld. Tað gav 249.000 krónur. Hetta er jú ein stór eingangsinntøka, og um vit ikki telja teir pengarnar við, er úrslitið fyri 2019 340.000 krónur, sum er eitt sindur lægri enn í 2018.

Hvussu so við 2020?

Sum sagt kann tað vera trupult at siga, hvussu ein vanligur ársroknskapur sær út. Men eitt er vist. Roknaskapurin fyri 2020 fer at síggja heilt øðrvísi út. Tá samfelagið steðgaði á, vórðu bæði legur og onnur tiltøk í leguhúsinum í Nesvík avlýst, og fíggjarligu fylgjurnar av tí eru sjálvsagt stórar.

Enn er óvist, nær leguhúsið kann latast upp aftur. Vit mugu bara halda okkum til tey almennu tilmælini og vóna og biðja um, at ein koppseting móti Covid19 verður klár skjótt, so vit ikki eisini missa legurnar í 2021. Mest tí vit vita, hvussu stóran andaligan týdning legurnar hava og havahavt fyri ung og eldri gjøgnum árini.

LES EISINI  Nýtt starvsfólk á landsskrivstovuni í Nesvík

Um ársskiftið 2020 vaks starvsfólkahópurin, og hálvtannað fulttíðarstarvsfólk varð sett aftrat. Tað ger so, at tað nú er tørvur á umleið 52.000 krónum um mánaðin. Úrslitið av innsavningini til hetta endamálið kann eins væl fáa avgerðandi týdning á roknskapin fyri árið.

Ársroknskapurin til og við juli vísir 2020 eitt undirskot á 358.000 krónur. Enn manglar nógv í, at røkkka málinum í samband við innsavningin til lønir til trúboðarar, og tá tað fyribils heldur ikki ber til at hava legur í Nesvík, sær út til, at undirskotið kann blíva størri. Nøkur í starvsfólkahópinum hava partvís fingið løn gjøgnum hjálparpakka 1, og tað hevur hjálpt væl. Eisini er søkt um hjálp úr hjálpapakka 3 til at dekka ein part av tapinum fyri legurnar, men enn er ikki greitt um, og í so fall, hvussu nógvan stuðul vit kunnu vænta at fáa.

Við stórum takksemi fyri tær gávur, vit longu hava fingið, vilja vit við frímóð biðja allar okkara lesarar og fylgjarar um at hjálpa okkum at tryggja tað fíggjarliga grundarlagið til okkara felags arbeiði komandi árið.

LES EISINI  Landsskrivstovan stongd í dag

Ársroknskapurin 2019 kann takast niður her.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina