So er tá nú eingin fordøming fyri tey, sum eru í Kristi Jesusi!

Torgeir Petersen skrivar:

Eg havi ongantíð áður verið so glaður fyri henda einfalda, men ófatiliga virðismikla boðskap, enn eg eri nú. Men hvat er tað, sum ger hesi 13 orðini so dýrabar, og hví er tað ikki fyrrenn nú, at eg síggi stórleika Guds gjøgnum Rómverjabrævið 8,1?

Eg haldi, at grundin er tann, at fyri at skilja, hvat tað veruliga merkir, “so er tá nú eingin fordøming fyri tey, sum eru í Kristus Jesusi”, krevur, at ein fyrst sær, hvussu álvarsom syndin er, sum býr í okkum, og hvat avleiðingin av henni í síðsta enda er.

Nú havi eg skjótt gingið á LMH (Luthersk Missions Højskole) í tíggju mánaðar, og tá er tað viðkomandi at spyrja seg sjálvan, hvat eg í grundini havi lært á bíbliuskúlanum. Hvussu nógv bíbliuvers eg nú dugi uttanat, um eg nú kenni allar persónarnar í Bíbliuni, ella um eg nú kanska eri blivin ein betur “trúgvandi” gjøgnum hesar síðstu tíggju mánaðarnar. Men so løgið tað ljóðar, so er eingin av settu spurningunum, sum eg serliga føli meg betur til nú. Okay, kanska eg dugi nøkur fleiri vers uttanat nú, og eg skilji kanska samanhangin í Bíbliuni eitt sindur betur nú, enn eg gjørdi áðrenn. Men tað, sum eg siti eftir við; tann lærdómurin, sum hevur fingið størst týdning fyri meg, er, hvussu álvarsom syndin í veruleikanum er, hvussu eg í nógv ár ikki havi givið mær far um, hvussu stóra ávirkan syndin hevur í mínum lívi, og hvørja avleiðing hon fær í síðsta enda.

Í roynd og veru kenni eg meg sum ein størri syndara nú, enn eg gjørdi, áðrenn eg fór á bíbliuskúla.

Tað er kanska løgið at siga so, men eg havi lært Gud at kenna, sum ein Gud, sum krevur alt av mær, ein heilagan Gud, sum hatar synd. Eg havi lært lógina at kenna, sum eina lóg, ið vísir mær, hvussu lítið eg megni í mær sjálvum, og hvussu hon ferð eftir ferð undirstrikar, at eg í mær sjálvum eri glataður. Ja, lógin avdúkar, hvør eg eri: Ein syndari, sum einans hevur uppiborið fordøming.

LES EISINI  Einans gleðiboðskapurin kann sannføra eitt menniskja

So kann man spyrja, hvussu kann alt hetta neiliga vera tað besta, sum eg havi lært? Skuldi eg ikki havt lært, hvussu kærleiksfullur Gud er, og lært um náðina og gleðiboðskapin? Jú! Tað var eisini tað, sum eg roknaði við at læra, tá eg byrjaði á skúlanum, men eg var fyrst noyddur at læra og skilja, hvussu álvarslig syndin er, og hvørjar avleiðingar hon hevur fyri mítt lív, bæði mítt jarðiska lív, men sanniliga eisini ævinleikan.

Aftaná at eg nú havi skilt, hvussu gjøgnumdálkaður eg eri av synd, og hvussu lógin ferð eftir ferð avdúkar meg sum syndara, og ikki minst hvussu ófatiligt tað er, at Jesus vil hava nakað við meg at gera.

Tá bleiv Rómverjabrævið 8,1 ein stór og vøkur opinbering av Guds kærleika til ein syndara sum meg og teg.

Tí hvønn týdning hevði Rómverjabrævið 8,1 havt fyri meg, um eg í roynd og veru ikki skilti avleiðingina av syndini?

Torgeir Petersen. Privat mynd, tikin á Oljufjallinum í Jerusalem.

Men vil tað so siga, at bara so leingi eg eri í Jesu Kristusi, so kann eg gera tað, sum eg vil? “Á ongum sinni!” sigur Paulus. Hann sigur soleiðis í Rómverjabrævinum 6,4: “Vit eru tí grivin við honum við dópinum til deyðans, til tess at eins og Kristus varð vaktur upp frá deyðum við dýrd faðirsins, soleiðis skulu vit eisini ganga í nýggjum levnaði.” Paulus brúkar dópin sum eitt dømi, ið skal gera hetta klárt fyri okkum. Tí við dópinum eru vit “samangrógvin” við Jesu deyða og uppreisn, altso at Jesu deyði og uppreisn eru nú okkara deyði og uppreisn. Á upprunamálinum merkir dópur “at fara undir vatn”, tað liggur eitt tekin í tí. Tí tá vit fara undir vatn, so vísir tað, at vit doyggja saman við Jesusi, og tá ið vit so koma uppaftur úr vatninum, so eru vit uppreist til eitt nýtt lív saman við Jesusi.

Við øðrum orðum eru vit nú deyð frá syndini, og eiga vit tí ikki longur at liva í syndini, men liva í náðini saman við Jesusi og vilja gera tað góða.

Nú situr tú vónandi og gleðist um, hvussu Gud ígjøgnum Rómverjabrævið 8,1 vísir tær sín kærleika og sigur: So er tá nú eingin fordøming fyri TEG, sum ert í Kristi Jesusi. Um tú ikki merkir gleðina í hesum 13 dýrabaru orðum, so ert tú allarhelst eins og eg var og hevur enn ikki skilt, hvussu deyðiliga avleiðing syndin hevur, og hvat tað er fyri ein fordøming, sum Jesus hevur frelst teg frá.

LES EISINI  Krossfestur við Kristi

– Gud hjálpi okkum at skilja, hvat tað er, sum Jesus hevur frelst okkum frá, og hvat hann hevur frelst okkum til, nevniliga eitt ævigt lív saman við honum í allar ævir.

Rómverjabrævið 6,23: “Tí at løn syndarinar er deyði, men náðigáva Guds er ævigt lív í Kristi Jesusi, harra okkara.”

Spurningar