So eydnaðist tað: Ung savnaðust til nýggjárslegu

Tveir mánaðir seinkað eydnaðist tað í vikuskiftinum at halda nýggjárslegu teirra ungu í Nesvík. Umleið 80 ung, umframt fleiri leiðarar og hjálparfólk, luttóku í leguni.

Formaðurin í Landsnevndini hjá Heimamissiónsungdómi, Jákup E. Petersen, prestur, í Hvalvík, sigur, at tað var størri áhugi fyri leguni hesaferð enn undanfarin ár.
– Vit merktu heilt greitt, at mong ung hungra eftir at vera ein partur av einum størri felagsskapi eftir eitt heilt ár við korona, sigur hann.
Fríggjadagin broyttu myndugleikarnir tilmælini, soleiðis at tað nú kunnu savnast upp til 200 fólk á legu, men broytingarnar komu so seint, at tað ikki var gjørligt at fáa til vega eyka mat og starvsfólk til køkin.
Tí vórðu tað bara tey, ið upprunaliga vóru tilmeldað, sum sluppu á leguna.
Evnið á nýggjársleguni var “Kristin og sosialir miðlar”, og so var sjálvandi eisini góð tíð til hugna og bóltspæl. – Ella kanska at fáa eina vinkonu til at gera hárið.

Torfinn Jacobsen umsetti

LES EISINI  Nýggjárslegan og nýggjárshald avlýst
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina