Søga úr Turkalandi…

Eins og nógv menniskju í Turkalandi, so hevur Bahri blandaðar, ja ofta neiligar kenslur mótvegis kristnum. Áðrenn hann byrjaði at hyggja at SAT-7 TURK, segði hann, ”Eg var litaður og ímóti teim kristnu.”

So hvørt sum hann hugdi eftir hesu SAT-7 sendingum, varð Bahri rørdur. ”Tit hava ein ærligan og umsorganarfullan felagsskap,” sigur hann. ”Allir míni fordómar vórðu fullkomiliga gjørdir til einkis. Tykkara sjónvarpsrás fær meg til at síggja sannleikan.”

Søga Bahris er bert ein av óteljandi persónligum søgum, sum SAT-7 rásin hevur fingið seinastu vikurnar, har síggjarar hava lutað við okkum, at rásin hevur víst teimum, at tey fóru skeiv í teirri fatan av kristindóminum. Tað at kunna um hetta er eitt tíðandi mál fyri SAT-7 í Turkalandi, har kristin bert er ein lítil minniluti og har tey møta stórari mótstøðu og fíggindskapi.

Nú sigur Bahri, ”Eg gleði og síggi fram til at hyggja at tykkara rás. Av tí, at eg hyggi, hevur alt mítt húski vent sær ímóti mær.” Men hóast familjulimir Bahris fara illa við honum og vanæra hann, so kann kortini ikki lata vera við at eggja teimum at hyggja at SAT-7.

”Sama hvat hendir, so haldi eg fram at hyggja,” sigur Bahri at enda.
Kelda: SAT-7

Allir mínir fordómar vórðu fullkomiliga gjørdir til einkis.
Bahri

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina