Søgan: Tá man kundi halda missiónsvikur …
Meðan tú vónandi gleðir teg til aftur at kunnu møtast við nógvum øðrum í ein stúgvandi fulllum missiónshúsi, fært tú her møguleikan at koma við á eina lítla ferð aftur til 1947. Tað var nemliga hinuferð tá man kundi halda missiónsviku, uttan at hugsa uum korona og koppseting.
Tað er trúboðarin Clæmint Eliassen, sum skrivar í Trúboðanum nr 6/1947:
Missionsvikur
Tað hava verið hildnar missiónsvikur í ár longu á fleiri støðum, soleiðis her í Suðuoy í Sunnbø, Vági og Porkeri. Møtini hava verið almindaliga gott vitjað. Av tí, at hann legðist við góðum sjóveðrið, knípti tað hjá útróðramonnunum at kunna náa at verða lidnir so tíðliga, at teir kundu verða við til øll møtini.
Men stuttligt var at síggja tann stóra fong, sum varð førdur á land í hesum døgum, sum til dømis í Sumba, fekk manningin á einum báti 126 kr. í part ein dag. Við tí gudsótta, sum býr í okkara fólki, er tað einki ivast í, at tað Gud gevur av sínum ríkidømi semmar mangt hjarta til at senda takk upp til hann, sum allar góðar gávur koma frá.
Eisini norðanfyri, í Kollafirði, á Strondum og Skála hava verið hildnar missiónsvikur, og frættist frá góðum tilslutningi og Harrans signing yvir møtini. Guds kall er gingið út til frelsu fyri syndarar. Gleðiligt er at síggja tey mongu ungu, sum samlast til møtini; tað skuldi lova gott fyri framtíðina.
Vanliga, tá tað kann lata seg gera, verða missiónsvikur endaðar við altargangi, og tað kann væl ikke vera nakar betri máti at enda fleiri dagar saman, hvar man andaliga talt hevur dvølt hjá Jesusi, enn í felagsskapi at samlast við altarborðið, hvar hann hevur givið okkum so stór lyftir, og hvar ið hvør ein sum í sannleikar tekur lut í tí, vitnar um Kristi deyða og uppreisn.
Í januar og februar er ætlanin at halda fram við missiónsvikum. Má Guds signing verða yvir teimum.
C.E.