Søkja eftir presti til Fuglafjarðar
Søkt verður nú eftir presti til Fuglafjarðar prestagjald. Talan er eitt farloyvisstarv í umleið níggju mánaðir, og byrjað verður 15. mai 2016.
Sóknarpresturin hevur ábyrgd av kirkjubókunum og er jarðarferðarmyndugleiki. Í prestagjaldinum eru tríggjar kirkjusóknir: Fuglafjarðar, Leirvíkar og Elduvíkar kirkjusókn. Afturat kirkjunum er bønhús á Hellunum, umframt at gudstænastur verða hildnar í skúlanum í Funningsfirði, á ellis- og røktarheimi og sambýlum.
Umsøkjarar skulu hava lokið prógv í gudfrøði og lúka krøvini, ið lóggávan annars setir fyri at gerast prestur í fólkakirkjuni í Føroyum. Umsøkjarar, ið ikki eru prestvígdir, senda váttan frá pastoralseminarium saman við umsóknini.