Sóknarprestarnir á námsferð í DK

Í viku 35 fara sóknarprestarnir til Danmarkar á námsferð. So hesa vikuna kemur fólkakirkjan at virka við niðursettari arbeiðsmegi. Soleiðis skrivar folkakirkjan.fo, sum eisini veit at siga, at tað bæði er eitt fakligt og eitt sosialt endamál við túrinum.

Sóknarprestarnir eru spjaddir runt landið, og hvør sóknarprestur er ein sjálvstøðug eind. Prestarnir gleða seg tí til at kunna vera saman í nakrar dagar, og røkja felagsskapin á ein serligan hátt.

Á túrinum fara prestarnir m.a. at vit Dansk BibelInstitut (DBI), sum er eitt privat teologiskt fakultet, har nógvir føroyingar hava lisið gudfrøði. Fyri tíð síðani hevði Trúboðin tveir lesandi og eitt starvsfólk frá DBI á vitjan í studionum. Tú kanst lurta eftir podkastinum her.

Ein serlig skipan verður gjørd fyri tænastuna í kirkjuni í viku 35. Ferðin verður sett munandi niður við atliti at tænastu prestanna. Prestar vera tó tøkir, um á stendur. Vaktarskipanin verður send kirkjuráðunum og lýst á heimasíðuni hjá fólkakirkjuni.

LES EISINI  Menn í kjóla 14: Um signingina
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina