Soleiðis kanst tú vera partur av Stórmøtunum á netinum
Tá ið Trúboðin í vikuskiftinum sendir Stórmøtini á netinum eru nógvir ymiskir møguleikar at luttaka. Vit senda á teimum trimum kanalunum hjá Trúboðanum – á heimasíðuni, á YouTube og á Facebook.
Eisini ber til at fylgja við í sjónvarpinum og í útvarpinum. Televarpið sendir møtini á Rás1, sum er ein almenn sjónvarpsrás. Tað er tí ikki neyðugt at hava hald hjá Televarpinum, fyri at kunna síggja Stórmøtini.
Nýggja útvarpsrásin Sjey sendir eisini Stórmøtini. Her sæst eitt yvirlit yvir sendinetið hjá Sjey
Møtini verða send á øllum rásum fríggjakvøldið og leygarkvøldið kl. 20.00 og sunnukvøldið kl. 18.00.
Eftir Stórmøtini koma møtini at liggja á rásunum hjá Trúboðanum, soleiðis at tað altíð ber til at síggja ella endursíggja møtini. Stórmøtini frá undanfarnum árum eru eisini at finna á Trúboðanum.