Soleiðis røkka vit aftur vesturheiminum

Bókaummæli: Millum kristin í vesturheiminum eru tey farin at nevna tíðina, vit liva í, post-kristna. Í túsund ár hava vit verið partur av einum verðsligum samfelagi, ið bygdi á kristin virði. Men nú finna vit okkum stødd mitt í einum heimi, har tvær øvugtbeintar heimsáskoðanir mennast, ið hava tað í felag, at tær reka burtur tær menniskjur, sum ikki eru samd við teimum. Mitt í øllum sita evangelisk kristin sum gíðslar millum tvær ymiskar áskoðanir á heimin, sum báðar seta kristin virði undir trýst. Onnur heimsáskoðanin hevur skapað ”ein avgud úr ættarslagi og tjóð, blóði og jørð. Hin avgudurin er skapaður úr einstaklinga frælsi.”

Hetta er støðið fyri nýggju bókini hjá Timothy Keller ”Soleiðis røkka vit aftur vesturheiminum – gleðiboðskapurin til ein post-kristnan heim”. Kanska skulu vit als ikki kalla hana eina bók. Kanska er hon einans eitt langt bræv frá Timothy Keller til lesaran. Í øllum førum sat eg við hesi kenslu, tá eg hevði lisið tær einans 63 síðurnar.

LES EISINI  Manna: Seinasti møguleikin at vitja Pop up handilin

Fleiri ferðir undir lesnaðinum fekk eg hug at vita meir um evnini, og á mangan hátt hevði tað ikki gjørt nakað, um bókin fór meira í dýpdina enn hon ger. Tað er eygsýnt, at mestu ørindi Timothy Kellers hesa ferð eru at kunna okkum um nakrar yvirskipaðar, men sera týdningarmiklar hugsanir um hvusssu vit kristnu kunnu halda fram við at vera ljós og salt í einum broyttum heimi.

Í høvuðspartinum í bókini verður lesasrin kunnaður um seks fyritreytir fyri tí, høvundurin kallar ein missionalan fund. T.v.s. ein evangeliserandi fund millum tann kristna og eitt barn av hesum heimi. Millum annað greiðir hann frá, hvussu vit á bestan hátt fremja trúarverju, tá vit ikki longur hava kristnu mannaáskoðanina í felag við tann vit tosa við.

Sum áður nevnt er bókin ikki long. Og eg siti heilt vist og havi huga at vita meir. Samstundis siti eg við kensluni av, at henda bók júst nú er tann týdningarmesta, eg kundi valt at lesa. Ein og hvør, sum ynskir ar liva sum kristin í hesum heimi fer at fáa gagn av at lesa bókina. Stutta, men beinrakna lýsingin av tíðarrákinum er gull verd hjá okkum øllum. Hjá nøkrum fer bókin at verða ein eggjan til at kanna evnið uppaftur meira.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina